Ansingarsamsýning

Um tygum ella tygara avvarðandi tørva støðuga røkt og hjáveru, ber til at søkja um ansingarsamsýning við at venda sær til skrivstovuna hjá NBH á tel. 793400 yrkadagar millum kl. 8.00 – 15.00 ella senda umsóknarblað, sum fæst her.

Avgerð um veiting av ansingarsamsýning verður tikin av ansingarsamsýningarnevndini hjá NBH, grundað á eina fakliga meting við støði í kunngerð nr. 127 frá 17. des. 2014 um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum.
Kunngerðin sæst her.

Mánaðarliga samsýningin, sum er skattskyldug, er sambært kunngerðini í løtuni 10.789 kr.