Heimið við Vágna

Tann 9. november 2013 opnaði Heimið við Vágna, sum er tað nýggjasta hjá NBH. Tað eru 24 búpláss í trimum eindum, 8 á hvørjari eind.
Eindin á niðaru hæddini verður nýtt til umlætting.

Í norðara enda í niðaru hæddini er dagtilhaldið Búðatrøð.

Kristina Viderø Nysted, sjúkrarøktarfrøðingur, er virkandi deildarleiðari og Sólvá Klode, sjúkrarøktarfrøðingur, er varadeildarleiðari.

Adressa:
Sævargøta 1
700 Klaksvík
Tel. 408400
nbh@nbh.fo

Umsóknarblað fæst her.