Dagtilhaldið Sóljan

Dagtilhaldið Sóljan er dagtilhald fyri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum.

Endamálið við dagtilhaldinum er at eggja borgarum at vera virknir í egnum lívi. Dentur verður lagdur á heilsumennandi og fyribyrgjandi virksemi. Allir heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggum eru hjartaliga vælkomnir til hugnaligar samverur í dagtilhaldinum.

Dagtilhaldið Sóljan hevur opið mánadag til mikudag frá kl. 13.00 til 16.00, tó er møguligt at tekna seg til døgurðaskipan frá kl. 11 á tel.nr. 793455. Bíðitíð kann koma fyri til hesa tænastu. 

Hósmorgun kunnu borgarar fáa heimavitjan av starvsfólkunum í dagtilhaldinum, og tí er Dagtilhaldið Sóljan opið frá kl. 13.00 til 16.00 hósdag.
Borgarar, ið ynskja at fáa eina heimavitjan hósmorgun, kunnu venda sær til eitt av starvsfólkunum á tel. 79 34 54.

Skrá
Ymiskt virksemi er allar dagarnar frá kl. 14.00 til kl. 16.00.

Virksemið í dagtilhaldinum verður skipað í tøttum samstarvi við brúkaran. Sostatt er tað tørvurin og áhugamálini hjá teimum, sum eru virkin í dagtilhaldinum, ið mynda dagskránna.
Virksemið er fjølbroytt og fevnir m.a. um felagssang, binding, borðspøl sum popp og lættar fimleika rørslur.
Nakrar ferðir um árið verður eisini skipað fyri útferðum, har øll, sum hava dagliga gongd í dagtilhaldinum, hava møguleika at luttakað.

Døgurðaskipan
Vit eta døgurða saman kl. 12.00 mánadag til mikudag.
Er ynski um, at gera brúk av døgurðaskipanini, so ber til at venda sær til eitt av starvsfólkunum á tel. 79 34 55. Tilmelding er neyðug og plássið er avmarkað.
Ein máltíð kostar 50 kr.
Dagtilhaldið Sóljan bjóðar altíð ein góðan drekkamunn.

Deildarleiðari:
Rúna Løkságarð Josephsen, Sjúkrarøktarfrøðingur.
Tel. 79 34 55

Adressa:
Stoksoyravegur 39
700  Klaksvík
Tel. 79 34 54
runalj@nbh.fo