Ergo- og fysioterapi

NBH veitir fólkapensjónistum í Norðoyggjum ergo- og fysioterapi, tá tørvur er á hesum. Tænastan hevur til endamáls at stimbra likamliga, sálarliga og sosialt, soleiðis at borgarin kann búgva í egnum heimi , vera virkin í egnum lívi og í samfelagnum sum longst.

Endamálsorðingin hjá Ergo- og fysioterapideildini í NBH er soljóðandi:

  • Stuðla undir at borgarin varðveitir, endurvinnur ella endurmennir sín virkisførleika, soleiðis at hann er so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt.
  • Stuðla undir góða heilsustøðu og vera við til at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni hjá borgaranum.

Avgerð um veiting av ergo- og/ella fysioterapi verður tikin við støði í eini fakligari meting.

Tænastan:
Tænastan fevnir um ergo- og fysioterapi, visitering, heimavitjan við atliti til møgulig hjálpartól og bústaðarbroyting, vegleiðing og ráðgeving, viðlíkahaldsvenjing, fyribyrgjandi venjing, endurvenjing, rehabilitering o.a. til heimabúgvandi fólkapensjónistar, og í ávísan mun til fólk, ið búgva á búeindunum hjá NBH.

Um tygum tørva tænastu frá Ergo- og fysioterapieindini, ber til at venda sær til NBH á tel. 410000, yrkadagar millum kl. 10 – 16 ella senda umsóknarblað sum fæst her.

Ergo- og fysioterapideildin í NBH húsast í Ven og Virka á Kjalarvegi 48.

Deildarleiðari er Hedevig Matras, fysioterapeutur.

Adressa:
Kjalarvegur 48
700 Klaksvík
Tel. 793464