Mattænasta

Heimabúgvandi fólkapensjónistar hava møguleika fyri at søkja um at fáa døgurða koyrdan heim allar dagar í árinum.

Endamálið við tænastuni er:
At stimbra soleiðis, at fólkapensjónisturin kann búgva í egnum heimi sum longst.

Døgurðin verður framleiddur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og skal hitast eftir leiðbeining frá sjúkrahúsinum. Maturin kann hitast bæði í ovni og mikroovni. Hava tygum tørv á hjálp til at hita matin, ber eisini til at fáa heimahjálp til hetta.

Høvuðsrætturin kostar 45 kr.
Høvuðsrættur og suppa/dessert kosta 50 kr.

Hava tygum tørv á hesi tænastu ber til at venda sær til NBH á tel. 410000, yrkadagar millum kl. 10-16 ella senda umsóknarblað, sum fæst her.

Avgerð um at veita hesa tænastu verður tikin við støði í eini fakligari meting.

Grundað á arbeiðsgongdina í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er neyðugt, at tygum geva avboð tríggjar dagar frammanundan, um tygum onkuntíð ikki ynskja døguðra. Tað kann gerast á tel. 404581 millum kl. 8 -14. Somuleiðis við tilmeldan aftur.