Samband við okkum

Hava tygum tørv á tænastum frá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), ber til at venda sær til NBH á tel. 410000 yrkadagar frá kl. 10 – 16 ella útfylla umsóknarblað, sum verður at senda til nbh@nbh.fo ella til Norðoya Bú- og Heimatænastu, N. Pálsgøtu 32, Postsmoga 2, 710  Klaksvík.

Umsóknarblað til tænasturnar hjá NBH er at finna her.

Tænasturnar hjá NBH fevna um:

Heimatænastu
– Heimasjúkrarøkt
– Heimahjálp
Ergo- og fysioterapi
Dagtilhaldið, Búðatrøð, fyri fólk við demenssjúkum
Dagtilhaldið, Sóljuna, fyri pensjónistar í Norðoyggjum
Mattænastu
Stuðul til reingerð
Fyribyrgjandi heimavitjanir
Ansingarsamsýning
Umlætting
Bústovnar
– Sambýlið á Heygnum
– Sambýlið í Bøgøtu
– Norðoya Ellis- og Vistarheim
– Norðoya Røktarheim
– Heimið við Vágna
Sjálvboðið arbeiði

Avgerð um at veita eina tænastu er grundað í eini fakligari meting. Tað vil siga, at starvsfólk, visitator og/ella ergoterapeutur, hjá NBH koma á heimavitjan hjá tygum at meta um førleika og tørv saman við tygum.