Serflutningur

Klaksvíkar kommuna hevur tikið av tilboðnum hjá Almannamálaráðnum og fingið játtað fíggjarligan stuðul til serflutningstænastu. Borgarar í Klaksvíkar kommunu, sum lúka treytirnar fyri serflutningi, kunnu tí nýta serflutningsbussin.

Endamálið við skipanini er at veita flutningsmøguleika til fólk, ið bera brek og eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól ella í avmarkaða tíð vegna sjúku ella skaða hava henda tørv. Skipanin fevnir ikki um sjúkraflutning.

Skipanin verður fíggjað ávikavist av landskassanum, avvarðandi kommunu og av brúkarunum.

Borgarar í Klaksvíkar kommunu, ið hava tørv á serflutningsbussinum, kunnu søkja um at gerast brúkari, við at fylla út umsóknarblað, sum fæst her.

Er tørvur á nærri kunning ber til at ringja til Miðlan tel. 410000

Leiðbeing um serflutningsbussin sæst her.