Umlætting

Møguleiki er hjá heimabúgvandi fólkapensjónistum í Norðoyggjum at fáa umlætting á bústovnunum hjá NBH.

Avgerðin um at játta umlætting tekur støði í eini fakligari meting.

Gjald fyri umlætting er ásett í kunngerð nr. 126 frá 17. des. 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.
Kunngerðin sæst her.

Um tørvur er á umlætting ber til at venda sær til NBH á tel. 410045 mánadag til hósdag millum kl. 10 – 14 ella senda umsóknarblað, sum fæst her.