Ven og virka

Ven og Virka er venjingarhøli hjá Ergo- og fysioterapieindini í NBH.

Endamálið við venjingini er:
At fólkapensjonisturin kann klára seg sjálvan og búgva í egnum heimi sum longst.

Málbólkurin er heimabúgvandi fólkapensjónistar, sum vegna sjúku, brek ella aðra orsøk eru í vanda fyri/hava fingið afturgongd í førleikastøðuni, og ynskja at betra um ella varðveita virkisførleikan við venjing.
Kravið er, at borgarin virkin kann taka lut í venjingini, og er førur fyri at seta mál fyri venjingina.

Onnur tilboð í Ven og Virka:

  • NBH bjóðar fólkapensjónistum í Norðoyggjum eginvenjing í Ven og Virka. Tilboðið er ókeypis og fer fram týsdagar og hósdagar frá kl. 9:00-12:00, undantikið halgidagar og aðrar frídagar.
  • Tilboð um venjing til borgarar 60+ fer fram í kvøldskúlahøpi hjá Klaksvíkar kvøld-, ungdóms- og listaskúla vetrarhálvuna. Nærri kunning fæst á kks.fo.

Deildarleiðari er Hedevig Matras, fysioterapeutur.

Adressa:
Kjalarvegur 48
700 Klaksvík
Tel. 793464