Virkishúsið Smæran

Virkishúsið Smæran er eitt tilboð til allar borgarar yvir 60 ár, har tey kunnu hava ymisk virkistilboð, ið fremja heilsu, trivnað og møguleikar fyri at skapa netverk og vinabond.

Týsdag kl. 9-12 er drekkamuður at fáa.
Týsdag kl. 15 møtast limir í pensjónistafelagnum Hugna.
Týsdag kl. 19 er tiltak fyri menn.
Hósdag kl. 9-12 er drekkamuður at fáa.
Hósdag kl. 14 hittast kvinnur til hugna og at seyma teppir.

Tilboðini eru ikki privat, og skulu vera óheft politiskt og átrúnaðarliga; tó kunnu íbúgvararnir undir Kráarbrekku leiga Smæruna til egnar føðingardagar og merkisdagar.

Tað stendur øllum frítt at koma við uppskotum ella at fyriskipa tiltøk; tó er tað eitt brúkararáð í Smæruni, sum samskipar tiltøkini. Tey, ið mannað búkararáðið, eru: Jona Nielsen, Eyðfinn Hansen, Poul Havn, Erik Andreasen og Jetta Ellingsgaard.

Smæran kann leigast út til felagsskapir, ið hava tilknýti til fólk yvir 60 ár.

Tpost smaran@nbh.fo 

Reglugerðin fyri virkishúsið Smæran sæst her

Adressa:
Kjalarvegur 48
700 Klaksvík