Svimjing

Svimjing

Eldrasvimjingin er vælumtókt tiltak.

Tiltakið, ið byrjaði sum partur av eldraárinum 1999, er í dag eitt fast afturvendandi tiltak hvørja viku í Klaksvíkar Svimjihøll, har svomið verður hvønn leygarmorgun frá kl. 09:00 til 10:00.

Hesar morgnar verður vatnið í hyljunum gjørt væl heitari enn aðrar dagar, hetta fyri at økja um vælveruna og hugnan hjá teimum eldru svimjarunum.

Eldrabólkurin í Klaksvíkar Kommunu tók stig til tiltakið, sum er fyri øll tilkomin fólk, men eisini onnur við serligum tørvi (ryggjatrupulleikar, gikt v.m.) eru við.

Vanliga eru 20-30 fólk við í eldrasvimjingini.

Nærri kunning fæst á tel. 456037 og á heimasíðuni www.svim.fo.