Nýggi serflutningsbussurin komin

Nýggi serflutningsbussurin komin

Í farnu viku kom nýkeypti serflutningsbussurin til Klaksvíkar og gamli bussurin verður skiftur út ein av komandi døgunum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í Norðoya bú- og heimatænastu var skjótur niðan til Kjartan Simonsen í Klingrugarði, tá boðini frættust, at nýggi serflutningsbussurin var komin til býin. Býráðið samtykti í oktober at keypa nýggjan serflutningsbuss, og í farnu viku kom nýggja akfarið til Klaksvíkar úr Danmark, har bussurin hevur tænt sum framsýningarbussur hjá framleiðaranum.

Talan er um ein buss av slagnum MAN við 12 setrum og allari eykaútgerð, sum tørvur er á. Hann hevur fjølbroyttar nýtslumøguleikar og er rúmligur við setrum og pláss fyri koyristólum.

– Gamli serflutningsbussurin hevur tænt væl og virðiliga fyri seg, og við nýggja bussinum tryggja vit brúkarunum av serflutningstænastuni eina góða, høgliga og ómakaleysa tænastu, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Bjarni Nielsen, bussførari greiðir frá, at serflutningsbussurin koyrir aftur og fram við nógvum brúkarum hvønn einasta dag, og at brúkarar fevna um allar aldursbólkar.

Nú verður bussurin gjørdur klárur til nýtslu, eitt nú við áseting av búmerki og øðrum, og skjótt fer hann í tænastu, vónandi til gleði og nøgdsemi hjá okkara mongu brúkarunum av serflutningstænastuni.

 

 

Samstarv um skeið í Pallatión – linnandi røkt

Samstarv um skeið í Pallatión – linnandi røkt

Norðoya Bú- og Heimatænasta og Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu skipaðu í síðstu viku fyri skeiði, har tey luttakandi vóru sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar.

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur síðan yvirtøkuna av eldraøkinum raðfest fakliga menning, og er hetta skeiðið ein liður í tí arbeiðinum. Eisini er tað eitt ynski frá starvsfólkunum um, at júst hetta økið verður ment. Tí er eitt slíkt samstarv at fegnast um.

Skeiðið er skipað í tvey modul, og talan er bæði um føroyskar og útlendskar undirvísarar, sum viðgera palliatión út frá ymiskum sjónarhornum.
Meira kann lesast um palliatión og endamálið við skeiðinum her.

Hanus á Lógv nýggjur kommunulækni í Norðoya læknadømi

Hanus á Lógv nýggjur kommunulækni í Norðoya læknadømi

Heilsutrygd hevur sett Hanus á Lógv í starv sum kommunulækna
í viðtalu 1 í Norðoya lækna dømi.

Hanus á Lógv nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 1988 frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hanus á Lógv hevur drúgvar royndir innan læknayrkið – bæði á sjúkrahúsum og í kommunulæknaviðtalum. Í 1997 fekk hann serlæknagóðkenning innan kirurgi, og virkaði sum skurðlækni í Svøríki og seinni sum vikarierandi yvirlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hann arbeiddi eisini í fleiri ár sum kommunulæknaavloysari í Norðoya læknadømi, áðrenn hann fyri trimum árum síðani fór undir at fáa sær serlæknagóðkenning innan almenn medisin.

Hanus á Lógv tekur við starvinum í Norðoya læknadømi 1. apríl 2018.

Starvsfólk hjá Norðoya- Bú og Heimatænastu heiðrað fyri trúgva tænastu

Starvsfólk hjá Norðoya- Bú og Heimatænastu heiðrað fyri trúgva tænastu

Seinasta fríggjadag var skipað fyri einum serligum starvsmerkisdegi, tá ið starvsfólk hjá Norðoya- Bú og Heimatænastu fingu heiðursgávu, fyri at hava starvast ávíkavist 10, 20, 25 og 30 ár.

Øll starvsfólkini hjá Norðoya- Bú og Heimatænastu vóru boðin til hátíðarhaldið, sum var ein serlig jólaløta við hugleiðing, framløgu og sangi frá Bárði á Lakjuni.

Til hátíðarhaldið hugleiddi Hanus á Gøðrum, um hvat umsorgan merkir. Hann nevndi m.a., at vit skulu geva okkum stundir til tað heila menniskja, tí tað hevur stóran týdning, at vit bæði tryggja umstøðurnar hjá tí einasta brúkaranum, og geva okkum tíð til at samskifta, og vísa umsorgan.

Eisini Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari hjá Norðoya- Bú og Heimatænastu, nýtti høvið at upplýsa fjøldina um, tey átøk sum eru sett í verk síðan strategiin bleiv løgd fram í 2016.

 

Tær, sum vóru heiðraðar, vóru:

 

10 ára starvsdag:

Ella Olsen

Birna Vágslíð

Burna Hentze

Gunnvá Müller

Katrin Hansen

 

20 ára starvsdag:

Jana Ellingsgaard

Jancy Gunnarson

Hanna Jacobsen

 

25 ára starvsdag:

Margith Niclasen

Selma Olsen

 

30 ára starvsdag:

Dagmar Jacobsen

Elsa Petersen

Lisbeth Gunnarstein Hansen

 

Eldru borgararnir verða raðfestir

Eldru borgararnir verða raðfestir

Í farnu viku var fíggjarætlanin fyri komandi ár endaliga samtykt. Klaksvíkar býráð hevur sett 3 milliónir av til at útvega eldrapláss

Borgarstjórin, sum eisini er stýrisformaður fyri Norðoyar Bú- og Heimatænastu, vísir á, at tørvurin á tilboðum og plássum á eldraøkinum er stórur.
– Vit arbeiða málrættað fyri at útvega eitt so fjølbroytt tilboð sum gjørligt fyri at nøkta tørvin hjá tí einstaka borgaranum. Tí verða allir møguleikar kannaðir fyri, hvussu vit best kunnu nøkta tørvin hjá so nógvum, sum yvirhøvur til ber og tað kann til dømis vera við fleiri ymiskum sløgum av eldraplássum, og hesar tríggjar milliónirnar skulu brúkast til at byrja hesa tilgongdina, soleiðis at meira ferð kann koma á arbeiðið í 2019.

Les um aðrar raðfestingar hjá býráðnum her:

Slóðbrótandi skeið í Parkinsonsjúku

Slóðbrótandi skeið í Parkinsonsjúku

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænasta og Parkinsonfelagið hava í felag skipað fyri skeiði í Parkinsonsjúku.

Skeiðið er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, og er skipað eftir leisti úr Danmark, har danska parkinsonfelagið saman við fakfólkum hava sett á stovn eina parkinsonsamskipara-útbúgving.

Væntandi vitan um parkinsonsjúku hevur ofta við sær, at tann sjúki og familjan ikki fáa rætta hjálp í rættari tíð. Hetta ávirkar fyrst og fremst familjurnar, sum eru raktar av sjúkuni, men kann eisini hava fíggjarligar avleiðingar fyri heilsuverkið og kommunalu eldraøkini. Endamálið við skeiðnum er tískil, at

   Menna dygdina í arbeiðnum hjá heilsustarvsfólkum í mun til vegleiðing, stuðul, rehabilitering, røkt og umsorgan fyri menniskjum við parkinsonsjúku og teirra avvarðandi í gerandisdegnum

–    Styrkja og menna samstarvið tvørtur um fak og geirar fyri at tryggja, at menniskju við Parkinsonsjúku fáa eina so góða og samanhangandi sjúklinga- og/ella borgaragongd sum gjørligt

Fakfólk úr danska og føroyska heilsu- og almannaverkinum við servitan innan Parkinsonsjúku hava undirvíst á skeiðnum. Eisini hava sjúklingar og avvarðandi greitt frá, hvussu tað er at liva við parkinsonsjúku.

Luttakararnir starvast í størstan mun á kommunalu eldraøkjunum, men starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Lanssjúkrahúsinum hava eisini luttikið.

Fyriskipararnir vóna, at vitanin, heilsustarvsfólk hava ognað sær, fer at gagna menniskjum við parkinsonsjúku og familjunum, soleiðis at tey við rættari viðgerð og stuðli í størstan mun kunnu varðveita sínar førleikar og virkna leiklut í samfelagnum.

Virkishúsið Smæran í Klaksvík hevur verið karmur um skeiðið. Til prógvhandanina, fríggjadagin 27. oktober 2017, helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, røðu. Hann nevndi m.a. at týttleikin av parkinsonsjúku er høgur í Føroyum, og tí er hetta skeiðið eitt frambrot, sum slóðar fyri betri dygd innan øki. Eisini Bergunn Kass, sum umboðaði Eldranevndina í Tórshavnar kommunu, nýtti høvið at minna fjøldina á, at sjúka ikki er nakað man er, men nakað man hevur.

Røðan hjá Jógvan Skorðheim kann lesast niðanfyri. Somuleiðis er ein leinkja, niðast á síðuni, til røðuna hjá Bergunn Kass.

Góðan dag øll somul

Á leið 130 fólk liva við Parkinsonsjúku í Føroyum, kanska enntá fleiri.

Og hvørt ár leggjast umleið 12 til 14 afturat.

Hesi eru døpur tøl sum staðfesta, at týttleikin er høgur í Føroyum.

Hvat kunnu vit so gera við tað?

Ein møguleiki er, at vit mótfallin yppa øksl og siga, at vit tíverri ikki kunnu fyribyrgja sjúkuni.
Ein annar møguleiki er, at vit bretta uppum armar.

At vit spyrja okkum sjálvi og hvønn annan, hvussu vit best kunnu stuðla og hjálpa parkinsonsjúklingum við at varðveita sínar førleikar og virkna leiklut í samfelagnum.

Tit hava øll valt seinna møguleikan, og tað eri eg ómetaliga glaður fyri.

***

Eg eri ómetaliga glaður og errin av at vera við til hesa stóru løtuna, nú tit fáa prógv fyri lokið skeið í Parkinsonsjúku.

Eitt høgt fakligt støði er ein av grundsteinunum undir visjónini um at geva øllum í samfelagnum, óansæð aldur og diagnosu, ein virðiligan og innihaldsríkan gerandisdag.

Eg vóni inniliga, at tit sum skeiðsluttakarar og starvsfólk á heilsuøkinum hava fingið líka stóran vinning burturúr skeiðnum, sum tit nú fara at kunna geva øðrum.

Síðan eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita hava allir partar lagt nógva orku í at lyfta støðið til frama fyri brúkarum av tilboðum og tænastum og teirra avvarðandi.
Og prógvið, sum tit fáa í dag er ein týdningarmikil steinur á tí varðanum.

***

At enda vil eg takka Parkinsonfelagnum, Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu fyri gott samstarv við Norðoya Bú- og Heimatænastu í samband við hetta skeiðið.

Túsund takk eisini øll tit, sum hava undirvíst á skeiðnum og ikki minst tit, sum hava Parkinson heilt nær lívinum, sum eisini hava greitt frá.

Og sjálvandi hjartaliga til lukku til tykkum skeiðsluttakarar.

Túsund takk fyri, at tit ikki yppa øksl, men harímóti bretta uppum armar.

Tað hevur alt at siga.

Takk fyri.

Les røðuna hjá Bergunn Kass her

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Nýggj heimasíða

Nýggj heimasíða

Tann 1. juli fekk Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, nýggja heimasíðu www.nbh.fo

Okkara vón er, at heimasíðan fer at gera tað lætt hjá borgarum í Norðoyggjum at koma í samband við NBH og kunna seg um tænastur, tilboð, tiltøk o.a.

Ein stutt tíðindaskriv í sambandi við nýggju heimasíðuna sæst her.

Stuðul til reingerð

Stuðul til reingerð

Reingerð er ein tænasta, sum fleiri brúkarar ynskja sær, og vísa á, at tað stundum er ein týðandi fortreyt fyri at búleikast heima. NBH hevur tí valt at fara undir eina royndarverkætlan, har mett verður um, hvør hevur tørv á reingerð. Tænastan verður fíggjað við lutvísum brúkaragjaldi og lutvísum stuðli frá NBH. Verkætlanin verður síðani eftirmett í mun til, hvørt hetta skal gerast eitt fast tænastutilboð.

Til ber at søkja um fíggjarligan stuðul til reingerðartænastu við at venda sær til tel. 410000, yrkadagar millum kl. 10 – 16, ella við at útfylla umsóknarblað, sum fæst her.