Nýtt tilboð á Kalsoynni

Nýtt tilboð á Kalsoynni

Einaferð um mánaðin verður skipað fyri dagtilhaldsløtu í Mikladali. Hetta er komið í lag, aftaná at Eldraráðið saman við Norðoya Bú- og Heimatænastu hevði ein kunnandi fund á Café Eðge um tilboð og tænastur, sum verða veittar. Tá kom nevnliga eitt ynski fram um, at okkurt varð gjørt á Kalsoynni.

Í síðsta mánað varð hetta fyriskipað fyri fyrstu ferð, og aftur í dag er dagtilhaldsløta í Mikladali. Á skránni var góður matur, sangur og bingo.

Rúna Josephsen og Unn Østerø, sum dagliga arbeiða á dagtilhaldinum Sóljan í Klaksvík vóru saman við stjóranum, Marnu E. Jensen, sera væl móttiknar til hesa fyrstu løtuna og fingu nógvar góðar søgur um lívið í Kalsoynni fyrr og nú.

Dagtilhaldsløtan er í avhaldshúsinum í Mikladali síðsta fríggjadag í hvørjum mána frá kl. 11:30 til 14:30, og eru tær fyriskipaðar av dagtilhaldinum Sóljan.

9 fólk, ið eru eldri enn 67 ár, búgva á Kalsoynni. Hesi fáa boð frá ferð til ferð, nær hesar løtur verða fyriskipaðar.

Skeið fyri fysioterapeutar: Styrki- og konditiónsvenjing til eldri

Skeið fyri fysioterapeutar: Styrki- og konditiónsvenjing til eldri

Styrki- og konditiónsvenjing hevur stóran týdning fyri eldri, sum hava geriatriskar avbjóðingar.

Endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing er ein lógartryggjaður rættur í Føroyum hjá borgarum, sum hava tørv á hesum.

Á hesum skeiði verður nýggjasta vitanin gjøgnumgingin innan hetta økið.

Umframt hetta verður venjingarfysiologi og tess meginreglur gjøgnumgingnar, sum fysioterapeutar kunnu gagnnýta í sínum dagliga yrki við venjing av eldri borgarum sum hava geriatriskar trupuleikar.

Fysio- og ergoterapeuteindin, Ven og Virka (NBH) skipar fyri hesum skeiði í samstarvi við Dansk selskab for Fysioterapi i Gerontologi og Geratri.

Um hetta skeiðið hevur tín áhuga, og tú ynskir at luttaka, trýst á leinki her:Styrki- og konditionsvenjing til eldri, sum hava geriatriskar avbjóðingar

Fyrilestur um heilsugóðan kost

Fyrilestur um heilsugóðan kost

Týsdagin 28. mars kl. 19.00 skipar Eldraráðið í Norðoyggjum fyri fyrilestri í miðhøllini á Skúlatrøð, har sjóneyka m.a. verður sett á tey almennu kostráðini til eldri og hvussu kropsligar og sálarligar broytingar í heilsustøðuni, kunnu ávirka matarhugin, kostvanar og føðslutørvin.

Fyrilesturin er serliga ætlaður aldursbólkinum 65 ár og eldri, men bæði ung, avvarðandi og onnur áhugaði eru hjartaliga vælkomin.

Tað verða Lovisa Lassen, føðsluatstøðingur og yrkisbschelor í føðslu og heilsu og Emma Winther Olsen, yrkisbachelor í føðslu og heilsu, sum koma at hava fyrilesturin. Bjóðað verður drekkamunnur og lagt verður eisini upp til prát og spurningar.

Hvar: (eldra) Miðhøllin á Skúlatrøð

Nær: 28. mars kl. 19.00

Málbólkur: Øll eru vælkomin, ung, eldri, avvarðandi og áhugaði.

 

Nýtt tilboð í Smæruni

Nýtt tilboð í Smæruni

Nýtt tilboð í Smæruni

Virkishúsið Smæran, á Kjalarvegi 48, hevur í nógv ár virka sum savningarstað fyri fjølbroytt hugskot, ið kvinnur og menn eldri enn 60 ár, sum oftast hava góðskað fyri.

Mánakvøldið 13. mars frá kl. 20.00 til 22.00 verður boðið til hugnaløtu, har kvinnur 60 ár og eldri kunnu hittast til ein kaffimunn. Ongin treyt er knýtt at tilboðnum, men møguleiki er sjálvandi fyri at hava stokkar ella annað handarbeiði við.

Endamálið er at skapa eitt netverk, har møguleiki er at hittast til eina hugnaløtu, umrøða gerandisevnir, hugleiða og kanska menna okkurt hugskot, sum kann birta undir onnur tiltøk, sum eisini kunnu fremja heilsu og trivnað hjá hesum málbólki.

Í fyrstu atløgu verður skipað fyri hesum hugnakvøldum hvørt mánakvøld í mars og í apríl.

Spæl føroyskt í Klaksvík

Spæl føroyskt í Klaksvík

Spæl føroyskt er bæði ein vika, har KVF fer at spæla føroyskan tónleik burturav og ein vika við framførslum og framløgum við føroyskum tónleiki kring alt landið. Tað eru Tónleikasamband Føroya og KVF, sum samstarva um “Spæl føroyskt”.

Klaksvíkar kommuna hevur fingið áheitan um at eggja stovnum og øðrum at taka lut í hesum, og fleiri hava tikið av tilboðnum.

Skráin í Klaksvík sær soleiðis út:

Mánadagin

Gamla brandstøðin kl. 19.00-21.00

Venjing hjá Klaksvíkar hornorkestri – komið og lurtið

Heimið við Vágna kl. 19.00

Hans Hjalti og Hóraldur spæla góðan føroyskan tónleik

Týsdagur 

Býráðsumsitingin kl. 11.00

Felagssangur. Kristoffur Olsen situr við tangentarnar.

Øll eru vælkomin

Norðoya Ellis- og Vistarheim kl. 19.00

Steintór Rasmussen spælir góðan føroyskan tónleik

Mikudagur 

Húsið kl. 14.00

Kom og vel tín yndis føroyska sang.

Nólsoyar Pálsgarðurin kl. 16.00

Steðga á og lurta! Rani Nolsøe spælir góðan føroyskan tónleik

Heimið við Vágna kl. 17.00

Kórið Eystanljóð spælir á Heiminum við Vágna

Hósdagur 

Norðoya Røktarheim kl. 19.30

Klaksvíkar manskór venur á Niðristovu

Fríggjadag 

Býráðsumsitingin kl. 10.00

Felagssangur. Kristoffur Olsen situr við tangentarnar.

Øll eru vælkomin

Annars er at siga, at øll kunnu vera við. Tað er bara at skipa fyri eini konsert, felagssangi, framløgu ella øðrum og senda kunning til booking@musikk.fo og tit koma á skránna hjá Spæl Føroyskt.

Hvussu tryggja eldri sín rætt til egið heim?

Hvussu tryggja eldri sín rætt til egið heim?

Eldraráðið í Norðoyggjum hevur fjølbroyttar uppgávur, har ein teirra er at virka fyri áhaldandi kunning til tey eldru. Tað er í hesum sambandi, at Eldraráðið skipar fyri kunningarfundi, har tvær framløgur verða á skránni.

Jógvan Páll Lassen, advokatur, fer at tosa um, hvussu eldri kunnu tryggja sín rætt til bústað, eitt nú tá ið fleiri ættarlið deila bústað.

Eisini Súsanna Nordendal, sum er virkandi stjóri í Familjufyrisitingini, fer at greiða frá hvussu ein tryggjar seg, tá ið m.a. hjúnafelagin doyr, og atgongdin til peningakonto v.m. verður skerd. Súsanna Nordendal fer eisini at greiða frá møguleikanum at stovna eina framtíðarfulltrú, sum seinni kann kann setast í verk, t.d. eftir at fólk hava fingið demenssjúku.

Kunningarfundurin verður:
Hvar: í Ósáskúlanum
Nær: Týskvøldið 31. januar kl. 19.00

Bjóðað verður kaffi og okkurt søtt. Øll áhugaði eru vælkomin. Yngri, sum eldri.

Eldraráðið í Norðoyggjum

Norðoya Bú- og Heimatænasta sjósetir talgildu heilsuskipanina Cosmic

Norðoya Bú- og Heimatænasta sjósetir talgildu heilsuskipanina Cosmic

Fyrrapartin í gjár varð journalskipanin Cosmic íverksett á Sambýlinum á Heygnum, og harvið er Norðoya Bú- og Heimatænasta fyrsta eldraøkið at íverkseta Cosmic, sum er talgilda heilsuskipanin, THS, sum sjúkrahúsverkið og kommunulæknarnir hava nýtt í fleiri ár. Hóast Cosmic ikki er ein nýggj skipan, so er hon nýggj á eldraøkinum og skal tískil tillagast tørvin, sum er á eldraøkinum. Hesum arbeiðinum verða starvsfólkini á Sambýlinum á Heygnum ein týðandi partur av. 

Trý eldraøkir, Heilsu og Umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu, Roðin og Norðoya Bú- og Heimatænasta, hava verið partur av pilotverkætlanini at fyrireika og íverkseta Cosmic, sum við tíðini kemur at umfata øll eldraøkini í Føroyum.

Við hesi felags talgildu journalskipan gerst tað møguligt trygt at flyta viðkvæmar persónsupplýsingar tvørtur um geirar og ymiskar stovnar í heilsuverkinum. Og endamálið við Cosmic er millum annað, at starvsfólk í samlaða heilsuverkinum fáa skjótari og lættari atgongd til neyðugar upplýsingar, soleiðis at gott grundarlag fæst fyri dygdargóðari røkt og viðgerð, eins og tað fer at betra og lætta um hjá starvsfólkum í eldraøkjunum at skjalfesta.

Íverksetingin av Cosmic á eldrøkinum er eitt týðandi stig í visjónini hjá THS um eitt heilsuverk, ið samstarvar, soleiðis at sjúklingar/borgarar uppliva eitt samanhangandi heilsuverk við einum felags minni. Í royndum merkir tað, at borgarar ikki skulu geva somu upplýsingar, hvørja ferð borgarin møtir einum nýggjum starvsfólki í heilsuverkinum.

Fyrireikingarnar at íverkseta journalskipanina Cosmic á eldraøkinum hava tikið longri tíð enn væntað. Tó hevur samstarvið millum umboð frá THS, kommunufelagnum og teimum trimum pilotøkjunum, seinastu tíðina gingið somikið væl, at næstu mánaðirnar kunnu starvsfólk í hesum økjunum gera sær royndir og slóða fyri við góðum hugskotum og tillagingum, sum fara at gagna øllum eldraøkjunum í Føroyum.

Øll starvsfólkini, sum fara at brúka skipanina, fáa upplæring og trygdarundirvísing, áðrenn tey fáa atgongd til Cosmic. Eisini vera sonevndir super-brúkarar knýttir at arbeiðinum, soleiðis at íverksetanin av nýggju skipanini verður so smidlig fyri starvsfólkini, sum møguligt.

Sigrid J. Dalsgaard, umboðandi kommunufelagið, og Dávid í Lag, umboðandi THS, eru verkætlanarleiðarar fyri íverksetingini á eldraøkinum.

Starvsfólkini á Sambýlinum á Heygnum hava í allari tilgongdini verið sera jalig og av fullum huga tikið við avbjóðingini at fara frá at skjalfesta við pappíri og penni til eina felags talgilda journalskipan, og Norðoya Bú- og Heimatænasta fegnast um, at íverksetingin av Cosmic nú loksins er byrjað.

 

 

Eginvenjing á Viðareiði byrjar 1. september

Eginvenjing á Viðareiði byrjar 1. september

Eginvenjingin verður í skúlanum á Viðareiði týsdagar og hósdagar kl. 13:30 til 16:00, undantikið halgidagar og aðrar frídagar.

Eginvenjingin er ókeypis og ætlað borgarum búsitandi norðanfyri fjall, sum eru 67 ár og eldri.

Venjingin er undir egnari ábyrgd og má útinnast sjálvstøðugt. Tó er møguleiki at fáa vegleiðing við at ringja á tel. 793467 yrkadagar kl. 9:00 – 15:00.

Eginvenjing á Viðareiði – faldari

Av tí at venjingarhølini eru á skúlanum, verður heitt á tey, sum venja, at ganga væl um, og kunnu í mesta lagi 7 fólk venja í senn.

Um tørvur er á aðrari tænastu frá fysio- og ergoterapeutum í NBH, kunnu heimabúgvandi fólkapensjónistar, teirra avvarðandi ella fakfólk seta seg í samband við fysio- og ergoterapieindina, Ven og Virka, Kjalarvegur 48, 700 Klaksvík, tel. 793464, ella við at fylla út umsóknarblaðið um tænastur, sum sæst á heimasíðuni www.nbh.fo, og senda tað til nbh@nbh.fo