Dagtilhaldið Sóljan fingið nýggj og snotilig hølir

Dagtilhaldið Sóljan fingið nýggj og snotilig hølir

Í vár flutti Dagtilhaldið í nýggj hølir á Stoyksoyravegi 39, men vegna covid-19, so hevur ikki verið møguligt at skipa fyri almennari móttøku, sum annars var ætlanin.
Nú tamarhald tykist vera fingið á koronasmittuni, nýtti Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH, høvið til at vitja Dagtilhaldið, og markera løtuna við lagkøku.

Aftaná ein langan steðg, orsaka av tilmælunum í samband við koronusmittuna, vóru nógvir eldri borgarar í gjár komnir til hugnaløtu í Dagtilhaldinum Sóljan, sum er dagtilhald fyri allar heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum.

Kaffi, køkur, røður og sangur frá Unn og Jón Absalon Østerø settu ein heilt serligan dám á hugnaløtuna, sum varð tillagað umstøðunum og tilmælum frá Pál Veihe.

Annika Vágsheyg, leiðari í Dagtilhaldinum Sóljan, bjóðaði vælkomin og helt eina røðu, har hon m.a. takkaði starvsfólkunum, leiðsluni og stýrinum í NBH fyri, at hava ment og raðfest hetta tilboðið, har talið á vitjandi er vaksið sera nógv síðstu árini.

Eisini Jógvan Skorheim takkaði starvsfólkunum, sum dagliga virka fyri einum innihaldsríkum gerandisdegi fyri okkara eldru borgarum, og vónaði sjálvsagt, at tey fóru at trívast væl við nýggju umstøðurnar.

Marna E. Jensen, stjóri í NBH, rundaði av og segði m.a., at tað er gleðiligt, at NBH áhaldandi kann menna tilboð, sum eru fleksibul í mun til tørvin hjá borgarunum, og at nærveran í hesum tilboði fær hægstu raðfesting.

Til ber at lesa um tilboðið hjá Dagtilhaldinum Sóljan á heimasíðuni nbh.fo

Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Annika Vágsheyg helt fyri gestunum í Dagtilhaldinum Sóljan seinnapartin í gjár.

***

Vælkomin í Dagtilhaldið Sóljan!

Løtan í dag er komin í lag fyri at markera, at vit hava tikið nýggj hølir í nýtslu á Stoksoyravegi 39. Vit hava longu verið her í eitt hálvt ár, og lagið er sera gott. Her trívast vit væl.

Vegna Covid-19 hava umstøðurnar ikki verið til at halda móttøku, sum vit annars høvdu ætlanir um, men vit hava tillagað okkum umstøðurnar og avmarkað okkum eftir tilmælunum frá Pál Veihe.

Tá ið kommunurnar í Norðoyggjum yvirtóku eldraøkið, varð hetta dagtilhaldið staðsett á Heimið við Vágna og vóru tað tá fá, ið leitaðu sær út har. Undirtøkan var ikki góð og vit hoyrdu fyri, at hølini ikki vóru egnað til slíkt virksemi.

Men tó so, starvsfólkunum at takka, vendi hendan gongdin. Hóast hølisumstøðurnar, gjørdust gestirnir fleiri og hildu tey tað vera sera hugnaligt at koma á Dagtilhaldið.

Starvsfólkini fingu sær soljóðandi motto: Vit vilja vera eitt dagtilhald, har tann eldri borgarin kennir seg væl at koma og kennir seg hoyrdan og sæddan. Har nærveran er í topp og har møguleiki er fyri fleksibiliteti, soleiðis at virksemið verður tillagað eftir tørvinum hjá tí einstaka gestinum.

Starvsfólkini skuldu skjótt avgera at gongdin var góð, men at hølini í Heiminum við Vágna enn vóru óegnað. Við tí øktu undirtøkuni og tí vaksandi vitjunartalinum, gjørdust hølini nú, umframt óegnað, eisini alt ov trong. Dagtilhaldið vísti seg at vera eitt sera gott stað at koma hjá tí eldra og tey fortaldu okkum hvussu glað tey vóru at møta sínum líkum, og hugnaðu tey sær væl. Vit máttu tá ásanna, at okkurt mátti henda soleiðis at hølini gjørdust hóskandi til undirtøkuna.

Loysnin bleiv ein tilgongd at finna eini nýggj høli, og er tað her vit eru nú. Trivnaðurin vísir seg at vera høgur her í nýggju hølunum á Stoksoyravegi 39. Hesi hølini eru vælegnað til virksemið á Dagtilhaldinum.

Vit starvsfólk eru sera takksom fyri, at leiðslan og stýrið í Norðoya Bú -og Heimatænasta hava viðurkent týdningarmikla arbeiðið hjá okkum og hava játtað okkum nýggj hølir. Uttan teirra viðurkenning var einki hent – stóra takk fyri tað!

Karmarnir eru sera snotiligir og her skal ljóða ein stór tøkk til Jacob Paula Jacobsen, JP-EL, ið hevur víst okkum stóra vælvild. Okkara ynskju vórðu tikin við í tekningum og bygging áðrenn arbeiðið varð sett í gongd við góðum kreftum, frá fyritøkunum Norðhús, Signar Kallsberg og Magni Jacobsen – takk!

Gestirnir, ið her koma, hava eisini verið sera stuðlandi og virksom og tað vísti seg av álvara tá ið vit skipaðu fyri innanhýsis navnakapping  í samband við at vit fluttu hølir. Tá sóu vit veruliga hvussu viksom og áhugað tit vóru í ávirkanini til at forma nýggja Dagtilhaldið og var tað sera stuttligt at fylgja við. Nøvnini vóru øll góð, og til dømis kunnu nevnast: Norðborg, Fjálgastova, Fjálgalon, Kristianslon, Kristianshús, Stokkastovan, Nýggja tilhaldið, Sóljukoppur, Sand á

Stongum, Poppastova og Sóljan.

Tað var spennandi at hoyra tykkum, gestir á Dagtilhaldinum, greiða frá og at enda varð navnið ‘Sóljan’ valt. Sóljan varð bæði tað navnið, ið kom oftast fyri í navnakappingini, men eisini varð tað dúgliga greitt frá um, hvussu Sóljan eitt nú er ein blóma, ið birtir tjóðskaparkensluni í tykkum. Víst varð á, at Sóljan blómar um várið, ið minnir tykkum á tá ið tit spældu úti við blómum, runukøkur vórðu pyntaðar við sóljum, sóljukransar vórðu bundnir og nýttir sum hálsprýði, mammurnar fingu blómutyssi við sóljum og flestu vindeygagluggar vóru prýddir við sóljum – Jú, mín sann, navnið Sóljan er meira enn bert eitt navn.

Nú eru vit til hugnaløtu í Dagtilhaldinum Sóljan. Her er hugnaligt og tá ið vit, starvsfólkini, skuldu velja felagssang, vóru vit samd um at syngja Sóljugentusangin og hevði tað glett okkum, um tit vilja syngja við eftir hesa taluna.

Takk fyri, frá okkum starvsfólkum, og eisini takk til øll onnur, sum vit ikki kundu bjóða við í dag vegna Covid smittuni. Vit hava so sera nógv sum koma og hugna um dagtilhaldið við vitjanum, sangum, útferðum, fyrilestrum, andagtum…. Uttan tykkum var ikki møguligt at gera Sóljuna so hugnaliga.

Takk fyri!