Emma Jacobsen 100 ár

Emma Jacobsen 100 ár

Emma Jacobsen hevur í dag hátíðarhildið sín 100 ára føðingardag. Hópin av fólki vóru komin at heiðra Emmu á hesum heilt serliga degi.

Føðingardagurin varð hildin í hølum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Emma hevur seinastu árini búð á Norðoya Røktarheimi, sum er staðsett við síðuna av Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Monika Ziska, deildarleiðari á Norðoya Røktarheimi bjóðaði vælkomin og harumframt hildu Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri røður.

Millum gestirnar var eisini Aksel W. Johannesen, løgmaður, sum í hesum høpi mintist aftur á gamlar dagar í Búðunum, har hann vaks upp sum barn, og hevði góð minnir um Emmu og familjuna í Búðunum.

Røður og sangur settu ein heilt serligan dám á hátíðarløtuna, men frøin á Emmu kom veruliga til sjóndar, tá hon pakkaði gávuna frá KÍ leikarunum upp, sum var ein KÍ blusa við hennara navni á. Við undirskriftum á bakinum á blusuni, varð Emma eisini heiðra av øllum KÍ leikarunum, sum sjálvandi høvdu givið henni nr. 100 á bakið.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra og stýrisformanni í Norðoya Bú- og Heimatænastu:

Góða Emma

Hjartaliga til lukku við stóra føðingardegnum.
Tað er mær ein stórur heiður at verða boðin í 100-ára føðingardag og sleppa at hátíðarhalda ein so serligan merkisdag sum hendan saman við tær og tínum.

***
Fá eru tey, sum hava livað gjøgnum fleiri og størri broytingar enn tú, Emma.

Í dag kann tað vera ringt hjá teimum yngstu at ímynda sær ein heim uttan internet og facebook, sjónvarp og Dag og viku.

Vit vaksnu kunnu betri minnast tíðina áðrenn skermarnir tóku við valdinum.
Men vit hava hinvegin ilt við at ímynda okkum ein heim uttan gerandislutir sum strikukotur, tyrlur og kopimaskinur.

Fyri ikki at tala um lívsbjargandi ting sum insulin, pencilin og dialysuapparat.
Øll hesi tingini eru komin í verðina í tíni livitíð, Emma.
Tað sigur ikki so lítið.

***
28. september 1918 var ein leygardagur, og tann dagin kom 78. tjúginda útgávan av Dimmalætting tað árið á gøtuna.

Dimma skrivaði tá framvegis á donskum. Og eitt av evnunum, sum varð umrøtt júst hendan dagin, var løgtingssamtyktin um at strika danskt sum frálærumál í føroyska fólkaskúlanum.

Blaðið innihelt eisini nýggjastu boðini um veraldarbardagan.

Tá var eitt tríggjar dagar gamalt telegram úr Keypmannahavn at rokna sum fesk tíðindi.

Og í Dimmu stóð 28. september 1918 at lesa, at bulgararnir høvdu trekt seg á Balkanfrontinum, og at ein svenskur bumbubátur var sokkin fyri eini minu í Kattegat.

Sjálvt um umheimurin tá mundi tykjast longri burturi frá Klaksvík og Føroyum, enn hann ger í dag, so var tað eisini til stóra gleði her heima, tá veraldarbardagin hasaði av bert fáa mánaðar seinni.

Men ymiskt annað var eisini á breddanum tann leygardagin fyri 100 árum síðan.

Heilt nógvar lýsingar vóru eftir ungum gentum, sum kundu koma í tænastu.

Á Sandi hevði Johan Petur Hentze eina unga kúgv til sølu, og lýst varð eisini fyri evangeliskum møti í Ebenezer sunnukvøldi kl. 18.

Hetta vitnar um, at hóast nógv er broytt í heiminum hesi seinastu 100 árini, so er eisini nógv, sum hevur staðið tíðarinnar roynd.

***
Góða Emma.

Eg ivist ikki í, at tú meira enn einaferð er spurd, hvør uppskriftin er uppá at blíva 100 ár.
Tað er ein føðingardagur, sum helst øll droyma um og ynskja sær at sleppa at uppliva, men sum verri enn so øll sleppa.

So hvør er uppskriftin?

Eg veit tað av góðum grundum ikki sjálvur, men tá ið eg hoyri fólk í tínum aldri greiða frá sínum lívi, so eru tað nøkur ting, sum ganga aftur.

Ein stórur, kanska tann allar størsti, parturin av uppskriftini er kærleiki.

Vit liva, tá vit elska. Og tað veit eg, at tú hevur nógvan kærleika í tínum lívi.

Tú og Sam fingu góð 50 ár saman sum hjún.

Fimm børn eru blivin til níggju ommubørn, 22 langommubørn og fimm oldurommubørn, og kærleikin er eyðsýndur millum teg og tey.

Men í lívinum fylgist kærleikin eisini við sorgini.

Fá uppliva kærleika uttan eisini at uppliva sorg, og eisini her eigur tú tínar royndir, Emma.

Men títt jaliga og sterka lyndi, saman við trúfasta baklandinum, tú hevur átt bæði í familjuni og samkomuni hevur óivað verið ljósið í myrkum tíðum.

***
Fyri at blíva 100 ár er ikki nokk bara at vera til í verðini.

Nei, til tað mást tú taka lívið og brúka tað.

Tú mást liva tað.

Og tað veit eg, at tú hevur gjørt og framvegis gert.

Tú hevur altíð verið virkin, tær dámar at vera sosial og práta, og so veit eg eisini, at tær dámar fótbólt betri enn flestu kvinnurnar á tínum aldri.

Tú mundi fylgja nakað væl við tiltikna 66-liðnum hjá KÍ, har sonurin Steinbjørn jú var fastur maður, og í yngru ættarliðunum eigur tú eisini fleiri framúr góðar fótbóltsspælarar í familjuni.

Men eitt er at fylgja við sínum egnu og at halda við KÍ.

Nakað heilt annað er at vera eldhugaður fjeppari í stóru stjørnunum úti í heimi.

Men tað ert tú eisini – eg havi í hvussu er skilt á lagnum, at tú ert millum størstu Messi-fjeppararnar yvirhøvur.

Tað má eg siga er heilt ómetaliga imponerandi, tí eg eri ikki eingongd sikkur í, um mamma mín yvirhøvur veit, hvør Messi er.

***
Góða Emma.

Heimurin í dag er ikki tann sami, sum hann var fyri 100 árum síðan, og títt íkast til lívið og heimin liggur sanniliga ikki eftir.

Tú gevur og lærir tínum næstum so ómetaliga nógv, og tað eigur tú eina hjartans tøkk fyri.

Enn einaferð takk fyri stóra heiðurin at verða boðin við til hendan stóra føðingardagin.

Og vegna okkum øll í Klaksvíkar kommunu ynski eg tær hjartaliga til lukku við føðingardegnum, og Harrans signing framyvir.

Takk fyri.