Sjúkrarøktarfrøðing til Sambýlið á Heygnum

NBH søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Sambýlið á Heygnum

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum í Sambýlinum á Heygnum, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,85 at byrja 1. des. til 31. august 2017, møguleiki er fyri hægri brøki.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Á Sambýlinum á Heygnum eru 16 pláss, tvey av hesum verða við ársbyrjan 2018 sett av til samdøgursrehabilitering.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Sambýlinum á Heygnum tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv
• Útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
• Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
• Góð samstarvsevni
• KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða
• Stórar fakligar avbjóðingar
• Spennandi og sjálvstøðugt starv
• Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Meibritt Djurhuus, deildarleiðara, á tlf. +298 793410.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi týsdagin 7. november 2017.