Deildarleiðari til dagtilhaldið Búðatrøð – avloysarastarv

Deildarleiðari til dagtilhaldið Búðatrøð – avloysarastarv

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir dugnaligum deildarleiðara til dagtilhaldið Búðatrøð í tíðarskeiðnum 1. apríl 2021 til 31. august 2022. Talan er um fulltíðarstarv, men um ynski er um tað, ber til at arbeiða á starvsbrøki 0,8.

Starvið sum deildarleiðari krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur og góðan leiðsluførleika. Harafturat kan demenssamskiparaútbúgving vera ein fyrimunur.

Starvsinnihald
NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk, menniskju við demensi og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.

Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum.

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.
Dagtilhaldið Búðatrøð er karmur um tilhald hjá 10-12 borgarum, ið hava fingið demenssjúku at dragast við.

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni https://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofil og setnartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 410000, yrkadagar millum kl 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 3. mars 2021.