Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir ergoterapeuti til m.a. hesa uppgávu ✨
Vit sóknast eftir
Ergoterapeuti til Fysio- og ergoterapieindina, Ven og Virka.
Talan er um fast starv frá 1. november 2023 á setanarbrøki 1,0 ella eftir nærri avtalu.
Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:
• At kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri borgarum og seta átøk í verk í mun til hetta
• At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
• At vera partur av rehabiliteringstoyminum
• At hava ábyrgd av hjálpartólum
• At undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
• At vera við í visitering
Arbeiðið hjá ergoterapeutunum fer fram í Ergo- og fysioterapeuteindini Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og autorisatión sum ergoterapeutur.
Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á rehabilitering og sostatt stuðlar eldri borgarum í at búleikast heima sum longst og megna sín gerandisdag út frá ynskjum og tørvum hins einstaka.
Ven og Virka hevur góðar karmar og fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av støðugu menningini av tilboðum og tænastum.
Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta, evni til sjálvstøðugt at samskipa arbeiðið, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul og virkisfús/ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði, sum fyri starvsfólk m.a. sæst aftur í, at tað hjá NBH eru góðir møguleikar fyri fakligari menning.
Nevndu virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Starvsfólk kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ’Ven og Virka’ eftir ávísari skipan.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Ergoterapeutfelagið.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Pernille Frandsen, leiðandi ergoterapeut, á tel. 793465 ella við telduposti til pernillef@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er 20. oktober 2023.