Frítíðaravloysarar til summarið 2021

Frítíðaravloysarar til summarið 2021

Vit sóknast eftir

Summarfrítíðaravloysarum til hesar eindir:

  • Heimatænastuna
  • Búeindirnar: Norðoya Røktarheim, Heimið við Vágna, Norðoya Ellis- og Vistarheim, Sambýlið í Bøgøtu og Sambýlið á Heygnum

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, hevur tí tørv á sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, reingerðarfólki, starvsfólki við kostfakligari útbúgving og hjálparfólk til køk.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og vikuskiftum.

Høvuðsuppgávan hjá NBH er at veita borgarum í Norðoyggjum eina samskipaða heildartænastu. Tænastan skal veitast í samráði við hin einstaka í mun til tørv, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt.

Nærri kunning um virksemi og visjón hjá NBH fæst á heimasíðuni www.nbh.fo.

Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevst útbúgving og/ella royndir svarandi til fakbólkarnar, ið lýst verður eftir. Ert tú í holtur við at taka eina heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving, frætta vit eisini fegin frá tær.

Til avloysarastørvini hjá sjúkrarøkarfrøðingum og heilsurøktarum krevst, umframt útbúgving, eisini autorisatión.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og vilja til at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í tvørfakligum toymum. Vit kunnu bjóða tær eitt spenndandi starv við góðari upplæring.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdadi sáttmálum millum KAF/FMR og avvarðandi fakfeløg.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til skrivstovuna hjá NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 8 – 15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er mánadagin 23. august 2021. Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi, og størvini sett skjótast møguligt.