Fysioterapeutur til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka

Fysioterapeutur til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka

Vit sóknast eftir
Fysioterapeuti til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka.

Talan er um fast starv á starvsbrøki 1,0 frá 1. oktober 2020 ella eftir nærri avtalu.

Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:
• At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta at seta átøk í verk til eldri borgarar
• At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
• At veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
• At undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi

Arbeiðið hjá fysioterapeutunum fer fram í venjingarhølinum Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í NBH.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum fysioterapeutur.

Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á venjing og rehabilitering, ið stuðlar undir, at eldri borgarar megna gerandisdagin og tískil kunnu búleikast heima sum longst.
Ven og Virka hevur góðar karmar og fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av støðugu menningini av tilboðum og tænastum.

Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta, evni til sjálvstøðugt at samskipa arbeiðið, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul og virkisfús/-ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Fysioterapeutfelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Jóngerð Biskopstø, virkandi deildarleiðara, á tel. 793465 ella við telduposti til jongerdb@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av autorisatión, prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi, mánadagin 21. september 2020.