Heilsuhjálparar til Heimatænastuna

Heilsuhjálparar til Heimatænastuna

Vit sóknast eftir
Heilsuhjálpara í fast starv á setanarbrøki 1, frá 1. desember 2020, ella eftir nærri avtalu.
Heilsuhjálpara í avloysarastarv á setanarbrøki 1, frá 1. januar 2021 til 31. desember 2021. Møguleiki er fyri lægri setanarbrøki.
Arbeitt verður um dagin, kvøldið og annahvørt vikuskifti

Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevst útbúgving sum heilsuhjálpari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og hug og hegni til at arbeiða heima hjá borgarum í Norðoyggjum og soleiðis stuðla teimum í at búleikast heima sum longst. Somuleiðis vænta vit, at tú ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum og harvið ymiskar
arbeiðsuppgávur frá degi til dags. Útbúgving og royndir innan demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða tær eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum og góðum samstarvsfeløgum.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannesen, deildarleiðara, á tlf. 793470 ella við telduposti til perj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 23. november 2020.