Heilsuhjálpari og Heilsurøktari til Norðoya Røktarheim, Uppistovu

Heilsuhjálpari og Heilsurøktari til Norðoya Røktarheim, Uppistovu

Vit sóknast eftir

Heilsuhjálpara  í fast starv á setanarbrøki 0,7 frá 1. mars 2021 ella skjótast møguligt.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annahvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri hægri brøki.

Heilsurøktara í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,75 frá 1. mars 2021 til 31. januar 2022.

Arbeitt verður kvøld og náttarvaktir og annahvørt vikuskifti.

Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum,  Uppistova og Niðristova.  Størvini eru staðsett á Uppistovu.

 

Førleikakrøv og karmar

Til størvini krevst útbúgving sum heilsuhjálpari og heilsurøktari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tlf. 793430 ella við telduposti til monicaz@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mikudagin 10. februar 2021