Vit sóknast eftir
Heilsuhjálpara á starvsbrøki 0.9 frá 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri lægri brøki.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 9 fólk við ymiskum ynskjum og tørvum.
Høvuðsendamálið við starvinum er at veita dygdargóða røkt út frá ynskjum og tørvum hjá einstaka búfólkinum og at stuðla undir ein tryggan gerandisdag.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari. Starvsroyndir innan demensøkið kann vera ein fyrimunur. Søkir eingin heilsuhjálpari, tilskilar Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sær rætt til at seta starvsfólk við aðrari røktarfakligari útbúgving í starv ella starvsfólk uttan røktarfakliga útbúgving í tíðaravmarkað starv.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, góðari upplæring og fakligum avbjóðingum, har tú fært brúkt tína umsorganar- og røktarfakligu vitan og førleika og kanst menna teg bæði fakliga og persónliga.
Øll starvsfólk hjá NBH hava møguleika fyri at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Dianu Ó. Johannessen, deildarleiðara, á tel. +298 793420 ella við telduposti til dianaj@nbh.fo.
Umsókn við avritum av prógvum, v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er 29. november 2023.