Heilsuhjálpari til Norðoya Røktarheim, Uppistovu

Heilsuhjálpari til Norðoya Røktarheim, Uppistovu

Vit sóknast eftir
Heilsuhjálpara í fast starv á setanarbrøki 0,7 frá 1. desember 2020. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri hægri brøki seinni.

Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova. Starvið er staðsett á Uppistovu.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og
starvsfólkum at gagni.
-NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
-Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tlf. 793430 ella við telduposti til monicaz@nbh.fo

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 25. november 2020.