Heilsurøktari og Heilsuhjálpari til Heimið við Vágna

Heilsurøktari og Heilsuhjálpari til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir
Heilsurøktara í fast starv á setanarbrøki 0,7 (møguleiki er fyri hægri ella minni brøki) frá 1. desember 2020, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Heilsuhjálpara í fast starv á setanarbrøki 0,7 (møguleiki er fyri hægri ella minni brøki) frá 1. desember 2020, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna eru 16 búpláss og 8 umlættingarpláss.

Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevst útbúgving sum heilsurøktari og heilsuhjálpari.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á tlf. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mikudagin 11. november 2020.