Heilsurøktari til Norðoya Røktarheim, Niðristovu

Heilsurøktari til Norðoya Røktarheim, Niðristovu

Vit sóknast eftir
Heilsurøktara í farloyvisstarvi á setanarbrøki 0,7 frá 16. mars 2021 til 28. februar 2022.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og tvey vikuskifti yvir 6 vikur.
Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistovu og Niðristovu.
Starvið er staðsett á Niðristovu.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsurøktari.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Menu á Gørðum, varadeildarleiðara, á tlf. 793435 ella við telduposti til menag@nbh.fo

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 3. mars 2021.