Ynskir tú at nýta og menna tínar fakligu førleikar? So er starvið her!
Vit sóknast eftir
Okkum tørvar starvsfólk við heilsufakligari útbúgving og tí søkja vit eftir:
– Tveimum heilsurøktarum fulla tíð ella eftir avtalu
– Einum heilsuhjálpara fulla tíð ella eftir avtalu í farloyvisstarv til og við 28. februar 2025
Arbeitt verður í blandaðum vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Høvuðsendamálið við størvunum er at tryggja búfólkunum stuðul, umsorgan, røkt og sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.
Á heiminum eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk i tveimum eindum og eindin í niðaru hæddini verður í løtuni umskipað til demenseind.
Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast autorisatión og útbúgving sum heilsurøktari og útbúgving sum heilsuhjálpari.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við góðari innleiðslu. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.
Arbeiðið er skipað í samstarvi við aðrar eindir í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, eins og við aðrar fakbólkar, stovnar og geirar. Tí vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Í NBH eru góðir møguleikar fyri at menna seg, bæði persónliga og fakliga.
Fyri at stuðla undir tína heilsu, bjóða vit tær at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Kristinu Viderø, deildarleiðara, á tel. + 298 793440 ella við telduposti til kristinan@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er 28. august 2024.