Húsavørður til Norðoya Bú- og Heimatænastu

Húsavørður til Norðoya Bú- og Heimatænastu

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir húsavørði til Sambýlið á Heygnum, Ven og Virka, Norðoya Ellis- og Vistarheim, Sambýlið í Bøgøtu og Heimatænastuna frá 1. februar 2024. Talan er um fulltíðarstarv.

Starvsinnihald
Uppgávurnar eru fjølbroyttar, og høvuðsuppgávan verður at hava umsjón og viðlíkahald við bygningunum. Tí verður væntað, at tú ert fleksibul í mun til starvsuppgávurnar og skipanina av starvinum, sum tú ert við til at mynda og menna sjálv/-ur. At koyra borgarar til og frá tænastum hjá NBH er somuleiðis stundum partur av starvinum.

Vit vænta av tær, at tú
• Hevur útbúgving sum maskinmaður ella handverkari
• Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi
• Ert vælskipað/ur og røkin
• Dugir væl at samskifta og samstarva
• Ert virkisfús/-ur og hevur áhuga í at menna tænastuna
• Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum
• Hevur koyrikort. Áteknað koyrikort kann vera ein fyrimunur

Vit kunnu bjóða
Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er soljóðandi:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Verða sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti á marnae@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 15. desember 2023.