Ískoyti til lýsingina eftir deildarleiðara til Búðatrøð

Ískoyti til lýsingina eftir deildarleiðara til Búðatrøð

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu

Virðir

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, er skipað strategiskt, og er grundað á virðini: Nærvera, fleksibilitet og álit heldur enn eftirlit. Við støði í hesum virðum er visjón fyri framtíðarvirksemið hjá NBH orðað.

Visjón

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Bygnaður

NBH umsitir Heimatænastuna og eldraøkið í Norðoyggjum, og hevur tískil ein týðandi leiklut í Norðoyggjum. Fleiri enn 500 borgarar gangnýta tænastur og tilboð, sum NBH veitir.

Í NBH eru áleið 230 starvsfólk umboðað av 10 ymiskum fakbólkum, sum starvast á fleiri ymiskum økjum.

Setanartilgongd

Umsøkjararnir til deildarleiðarastarvið fáa móttøkuváttan, tá ið NBH hevur móttikið umsóknina. Setanarsamrøðurnar verða væntandi í viku 10. Gongst sum ætlað, fáa umsøkjararnir svar í seinasta lagi fríggjadagin 12. mars 2021.

Ábyrgdarøki, starvskarmar og møguleikar

Í tøttum samstarvi við stjóran fyri NBH hevur deildarleiðarin ábyrgd av dagligu leiðsluni á Búðatrøð.

Sum deildarleiðari skalt tú at tryggja, at arbeiðsætlanin stuðlar undir dygd og samanhangi í tænastuni, samstundis sum sáttmálarnir hjá starvsfólkunum verða hildnir, at tilfeingið verður nýtt til fulnar og at fíggjarætlanin fyri Búðatrøð heldur.

Sum deildarleiðari á Búðatrøð ert tú eisini samskipari hjá borgarum, ið hava demenssjúku, og avvarðandi teirra. Uppgávan hjá tær er tí eisini at tryggja, at tey fáa eina dygdargóða og samanhangandi tænastu.

Sum deildarleiðari fært tú, í samstarvi við fakliga samskiparan hjá NBH, ábyrgd av, at fakliga styrkin hjá starvsfólkunum verður ment, og tí er neyðugt, at deildarleiðarin ger sítt til at menna eitt vælvirkandi tvørfakligt samstarv, sum kann stuðla og fremja vitanardeiling. Somuleiðis er uppgávan at stuðla hinum deildarleiðarunum tá ið tørvur er á servitan innan demensøkið.

NBH ynskir at styrkja leiðsluførleikarnar og bjóðar tí eisini deildarleiðarum skipaða leiðslumenning.

Øll starvsfólk hjá NBH kunnu ókeypis nýta venjingarhølini, Ven og Virka, hjá fys- og ergoterapieindini í NBH.

Lønartalva

Deildarleiðarar ganga á stig 9 í galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevara-felagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.