Reingerðarfólk til Heimið við Vágna

Reingerðarfólk til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir

– Reingerðarfólki á setanarbrøki 0,5 at byrja 1. des 2020, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er yrkadagar frá
kl. 08.00 til 12.00

Á Heiminum við Vágna eru 16 búpláss og 8 umlættingarpláss.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og
starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

• Røkin
• Skilir týdningin av góðum reinføri fyri trivnaðin og heilsuna hjá búfólkunum
• Góð samstarvsevni

Vit kunnu bjóða
• Spennandi og sjálvstøðugt starv
• Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á tlf. +298 793440.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu,

Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 18. november 2020.