Reingerðarfólk til Sambýlið í Bøgøtu og Heimatænastuna

Reingerðarfólk til Sambýlið í Bøgøtu og Heimatænastuna

Vit sóknast eftir
Reingerðarfólki til Sambýlið í Bøgøtu og Heimatænastuna, sum eru staðsett í sama húsi í Bøgøtu 34. Setanarbrøkurin er 0,35, svarandi til 8 tímar um vikuna í sambýlinum og 6 tímar um vikuna í Heimatænastuni. Byrjað verður skjótast møguligt.

Førleikakrøv og karmar
Vit vænta:
– At tú ert røkin og kennir týdningin av góðum reinføri í mun til trivnaðin og heilsuna hjá búfólkunum.
– At tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við bú- og starvsfólk.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum starvfeløgum og góðari innleiðslu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dianu Johannessen, deildarleiðara í Sambýlinum, tel. +298 793425 og tpost dianaj@nbh.fo ella til Per Johannessen, deildarleiðara í Heimatænastuni, tel. +298 793470 og tpost perj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 25. januar 2022.