Røktarstarvsfólk til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Røktarstarvsfólk til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Vit sóknast eftir

Røktarstarvsfólki á starvsbrøki 0,8 at byrja 1. mars 2021 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 10 fólk.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Meibritt Djurhuus, virkandi deildarleiðara, á tel. +298 793425 ella við telduposti til meibrittd@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 10. februar 2021.