Sambýlið í Bøgøtu sóknast eftir heilsurøktarum

Sambýlið í Bøgøtu sóknast eftir heilsurøktarum

Ynskir tú at arbeiða á einum heimi við persónsmiðsavnandi umsorgan? So er møguleikin her!

Sambýlið í Bøgøtu er eitt væl skipað heim við góðari normering. Á heiminum búgva seks búfólk við demenssjúku. Tvey røktarstarvsfólk eru í dag- og kvøldvakt og eitt røktarstarvsfólk í náttarvakt við møguleika fyri at tilkalla sjúkrarøktarfrøðing frá Heimatænastuni.

Arbeiðsdagurin og huglagið á heiminum er róligt. Sum røktarstarvsfólk hevur tú tíð til at veita umsorgan og røkt, ið er tillagað til einstaka búfólkið, við støði í persónsmiðsavnandi umsorgan (PCC).

Toymið í heiminum er samansett av demenssamskipara, sjúkrarøktarfrøðingi, heilsuhjálparum og starvsfólkum uttan heilsufakliga útbúgving. Harumframt hava vit eitt gott tvørfakligt samstarv við demensklinikkina, lækna, fysioterapeut og ergoterapeut.

Sambýlið í Bøgøtu er eitt fleksibult arbeiðspláss, har vit lurta eftir ynskjunum hjá starvsfólkunum, tá ið arbeiðsætlanin skal leggjast til rættis. Vit leggja dent á at arbeiða á einum høgum fakliga stigi, og eru tí tilvitað um, at starvsfólkini fáa møguleika fyri at menna seg.

Okkum tørvar førleikarnar hjá heilsurøktarum í starvsfólkahópinum, og tí søkja vit eftir
• Heilsurøktara á starvsbroti 0,8 at byrja 1. oktober 2024 ella eftir avtalu
• Heilsurøktara á starvsbroti 0,7 at byrja 1. oktober 2024 ella eftir avtalu

Norðoya Bú- og Heimatænasta leggur dent á, at tú hevur
• Heilsurøktaraútbúgving
• Førleika, hegni og áhuga í at veita búfólkum við røktartørvi og demenssjúku stuðul, hjálp og røkt við støði í ynskjum og tørvum hjá einstaka búfólkinum
• Jaligan hugburð í mun til skiftandi tørvir hjá búfólkunum
• Førleika at stimbra trivnaðin hjá bæði búfólkum og starvsfólkum
• Evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðnum
• Góð samstarvsevnir

Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss við góðari upplæring, fjølbroyttum avbjóðingum og góðum tvørfakligum samstarvi.
Eisini stendur øllum starvsfólkum í NBH í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’

Virðir
Kjarnuvirðini í NBH eru nærvera, fleksibilitetur og høgt fakligt støði. Hesi síggjast aftur í visjóni fyri NBH, sum sæst her https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar og setanartreytirnar eru sambært galdandi sáttmála millum KAF og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Jonnu Joensen, deildarleiðara á tel. +298 793425 ella við tpost til jonnaj@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 26. august 2024.