Samskapari til Norðoya Bú- og Heimatænastu

Samskapari til Norðoya Bú- og Heimatænastu

Vit sóknast eftir
Samskapara til búeindirnar í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, frá 1. januar 2024. Talan er um fast starv 20 tímar um vikuna. Tó verður starvsbrøkurin 25 tímar um vikuna í 2024.

Endamálið við starvinum er at skapa ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag saman við bú- og starvsfólkunum á búeindunum í NBH.

Førleikakrøv
• Persónligar eginleikar, ið kunnu kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag
• Útbúgving innan námsfrøðiliga ella heilsufakliga økið
• Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
• Góð samstarvs- og samskiftisevni
• Áhuga í og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi
• Evni at arbeiða sjálvstøðugt
• Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna

Vit kunnu bjóða
• Stórar fakligar avbjóðingar
• Spennandi og sjálvstøðugt starv
• Góða upplæring

Í NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, men av tí at teir persónligu eginleikarnir viga sera tungt í hesum starvinum, tilskila vit okkum rætt til at javnseta persónligar eginleikar við fakligar førleikar.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Øll starvsfólk í NBH hava møguleika fyri at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært avvarðandi sáttmála.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Jonnu Joensen, deildarleiðara í Sambýlinum í Bøgøtu, á tel. +298 793425 ella við telduposti til jonnaj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 15. desember 2023.