Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Ynskir tú at arbeiða á einum heimi, har vit leggja dent á bæði trivnað og fakliga støði? So er møguleikin her!
Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva nýggju búfólk við ymiskum tørvum á stuðli, røkt og sjúkrarøkt. Trý røktarstarvsfólk eru í dagvakt, tvey røktarstarvsfólk í kvøldvakt og eitt røktarstarvsfólk í náttarvakt við møguleika fyri at tilkalla sjúkrarøktarfrøðing frá Heimatænastuni. Vit hava eitt gott tvørfakligt samstarv við demensklinikkina, lækna, fysioterapeut og ergoterapeut.

Í dagliga arbeiðnum verður dentur lagdur á at styrkja fakliga støði við refleksjón og innanhýsis frálæru í evnum, sum eru viðkomandi fyri kjarnuuppgávurnar. Eisini eru góðir møguleikar í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, at menna seg við uttanhýsis undirvísing, skeiðum og eftirútbúgvingum.
Trivnaður hjá bæði bú- og starvsfólkum verður høgt raðfestur, og hugnaliga økið uttan fyri heimið gevur vitjandi og starvsfólkum góðar karmar til nærveru við búfólkini.

Í starvsfólkahópinum tørvar okkum útbúgvin heilsustarvsfólk, ið hava førleikar at veita búfólkunum stuðul, røkt og sjúkrarøkt, har heilsustøðan kann vera bæði samansett og støðug. Tí søkja vit eftir:

• Sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara og heilsuhjálpara.
Fyri øll trý størvini er galdandi, at tey verða sett frá 1. november 2024 ella eftir avtalu. Starvsbrotið verður eftir avtalu við teg.

NBH leggur dent á, at tú hevur
• Útbúgving sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari
• Góð evni at samstarva, samskifta og samskipa í mun til skiftandi tørvir hjá búfólkunum
• Førleika, hegni og áhuga í at veita búfólkunum stuðul, røkt og sjúkrarøkt við støði í ynskjum og tørvum hjá tí einstaka
• Útbúgving og royndir innan eldra- og psykiatriska økið kunnu vera ein fyrimunur
• Jaligan hugburð og atferð, ið kann stimbra trivnaðin hjá búfólkum og starvsfólkum

NBH kann bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss við góðari upplæring, fjølbroyttum avbjóðingum og góðum tvørfakligum samstarvi.
Eisini stendur øllum starvsfólkum í NBH í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’

Visjón
Kjarnuvirðini í NBH eru nærvera, fleksibilitetur og høgt fakligt støði. Hesi síggjast aftur í visjóni fyri NBH, sum sæst her https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og avvarðandi fakfelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dianu Johannessen, deildarleiðara á tel. +298 793420 ella við tpost til dianaj@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 9. september 2024.