Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsuhjálpari til Heimið við Vágna

Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsuhjálpari til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir
– Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,7 at byrja 1. oktober 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
– Heilsuhjálpara í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,7 frá 1. oktober 2020 ella eftir nærri avtalu og eitt ár fram.

Endamálið við størvunum er at tryggja eina dygdargóða tænastu í tøttum samstarvi við deildar- og varadeildarleiðara.

Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á tveimum eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi – hóast førleikatarn.

Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast ávikavist útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur og útbúgving sum heilsuhjálpari.
Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á tel. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 7. september 2020.