Sjúkrarøktarfrøðingur til farloyvisstarv á Norðoya Røktarheimið, Niðristova

Sjúkrarøktarfrøðingur til farloyvisstarv á Norðoya Røktarheimið, Niðristova

Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,6, frá 1. desember 2020 til 31. desember 2021. Arbeitt verður í dagvaktum og 6. hvørt vikuskifti.

Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Niðristova og Uppistova Starvið er staðsett á Niðristovu.
Høvuðsendamálið við starvinum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran – at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum sjúkrarøktarfakligum avbjóðingum.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og
starvsfólkum at gagni.
-NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
-Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tel. 793430 ella við telduposti til monicaz@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 25. november 2020.