Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna – farloyvisstarv

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna – farloyvisstarv

Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,75 í farloyvisstarv frá 1. september 2024 til og við 31. august 2025. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti.

Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.
Heimasjúkrarøkt umfatar sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri. Tænastan verður í høvuðsheitum veitt heimabúgvandi borgarum í Norðoyggjum, men fevnir somuleiðis um búeindirnar hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við góðari innleiðslu, har tú fert at hava sera fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir, bæði úr sekundera og primera geiranum, eru tískil viðkomandi fyri starvið. Klinisk vegleiðraútbúgving kann vera eina fyrimunur.

Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur í Heimatænastuni er skipað í samstarvi við aðrar eindir í NBH, eins og við aðrar fakbólkar, stovnar og geirar. Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymum.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði, sum fyri starvsfólk m.a. sæst aftur í, at tað hjá NBH eru góðir møguleikar fyri fakligari menning.
Nevndu virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Starvsfólk kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ’Ven og Virka’ eftir ávísari skipan.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tel. +298 793470 ella við telduposti til perj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 22. juli 2024.