Ynskir tú eitt arbeiði í summar, so taka vit fegin ímóti tær.

Ynskir tú eitt arbeiði í summar, so taka vit fegin ímóti tær.

Summar í Norðoya Bú- og Heimatænastu

NBH hevur tørv á sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, reingerðarfólki, starvsfólki við kostfakligari útbúgving og hjálparfólk til køk til Heimatænastuna, búeindirnar og Dagtilhaldið Búðatrøð.

Vit bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum, har tú fært brúkt tína útbúgving, royndir og førleikar. Tí eru góðir møguleikar fyri, at tú kanst menna teg bæði fakliga og persónliga.

Hevur tú ikki útbúgving, ella ert tú framvegis undir útbúgving, kann eitt summarfrítíðarstarv hjá okkum geva tær viðkomandi starvsroyndir, sum tú kanst brúka og vísa á seinni.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og vikuskiftum.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum KAF/FMR og avvarðandi fakfeløg.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Fríðu Næs, samskiftisfólk, á tel. 229701.

Søk starv við at senda teldupost til nbh@nbh.fo

Svar upp á umsókn

Tú fært svar, so skjótt vit hava viðgjørt tína umsókn. Einstøku umsóknirnar verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.