Kunngerð nr. 127

Kunngerð nr. 127, frá 17. desember 2014 um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum.

desember 2014   Nr. 127
Kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum

Við heimild í § 12, stk. 5 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður ásett:
1. Kommuna kann velja at veita persóni samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum persóni heima, tá tørvur er á støðugari røkt og hjáveru.

Allýsing
2. Kommuna í hesi kunngerð er at skilja sum:
1) Kommunalt samstarv sbrt. løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. ella
2) einstøk kommuna, sum umsitur heimatænastu, eldrarøkt o.a. sbrt. somu lóg.
3. Eldri og óhjálpin persónur, sbrt. § 1 er
1) óhjálpin,
2) 67 ár og
3) hevur tørv á støðugari røkt og hjáveru.

Samsýningin
4. Samsýning kann veitast persóni, ið átekur sær at ansa einum persóni sbrt. § 3.
Stk. 2. Samsýningin, sum er skattskyldug er kr. 10.789 um mánaðin.
Stk. 3. Samsýningin verður veitt frá tí degi avgerð er tikin.
5. Samsýning verður sum høvuðsregla bert veitt tí, ið ansar, fyri at ansa einum persóni sær.
Stk. 2. Í serligum førum kann víkjast frá høvuðsregluni í stk. 1, t.d.
1) kann sami persónur ansa meir enn einum óhjálpnum, t.d. um talan er um hjún, sambúgvandi, systkin o.a. og
2) ein óhjálpin kann hava meir enn ein persón at ansa sær, men soleiðis at bert ásetta samsýningin, sbrt. § 4, stk. 2 verður útgoldin tilsamans.
Stk. 3. Kommunan ger ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum føri sbrt. stk. 2, og um útgjaldast kann meir enn ein samsýning sbrt. stk. 2, nr. 1.
6. Umsókn um samsýning skal sendast ella latast kommununi í tí øki, sum tann eldri og óhjálpni býr.
Stk. 2. Kommunan tekur avgerð út frá eini heildarmeting og kann útvega sær
1) læknaváttan, sum lýsir heilsustøðuna hjá tí eldra og óhjálpna og
2) læknaváttan, ið lýsir heilsustøðuna hjá tí persóni, ið søkir um samsýning.
Stk. 3. Kommunan eigur regluliga at revisitera tann, ið skal ansast.

Treytir og krøv til tann, ið ansar
7. Tann, ið ansar, skal vera likamliga og sálarliga førur fyri at átaka sær uppgávuna at ansa einum óhjálpnum.
Stk. 2. Kommunan metir, um tann, ið ansar, er førur fyri at átaka sær uppgávuna.
Stk. 3. Kommunan eigur regluliga at revisitera tann, ið ansar.
Stk. 4. Ansarin hevur skyldu at boða kommununi frá, tá týðandi broytingar eru hjá tí eldra og óhjálpna, t.d. innlegging, umlætting o.s.fr.
8. Tann, ið ansar, skal vera um tann óhjálpna, soleiðis at viðkomandi fær ta neyðugu røktina og hjáveruna.
9. Samsýningin er treytað av, at tann, ið ansar, ikki í størri mun átekur sær annað arbeiði.
Stk. 2. Tann, ið ansar, kann í mesta lagi hava annað lønt starv í 20 tímar um vikuna.
10. Í teimum førum, har tann, ið ansar, er til arbeiðis ella á annan hátt fráverandi, skal hann tryggja, at tann óhjálpni fær røkt og hjáveru í tann mun, tað er neyðugt í arbeiðstíðarskeiðinum.

Samsýningin heldur uppat
11. Um tann óhjálpni doyr, verður útgjaldið av samsýningini steðgað frá 1. í mánaðinum eftir andlátið.
Stk. 2. Um tann óhjálpni verður innlagdur á sjúkrahús ella uppiheldur sær á røktarheimi o.tíl. í meira enn ein mánaða, steðgar samsýningin.

Heimahjálp, dagumlætting o.a.
12. Um heimahjálp verður veitt persóni, sbrt. løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður samsýning ikki veitt.
Stk. 2. Tó kann samsýning veitast í serligum førum, t.d. um talan er um sera røktarkrevjandi persón, og heimahjálp ikki kann nøkta tørvin á røkt og hjáveru hjá viðkomandi.
13. Samsýning kann veitast, hóast tann óhjálpni er til dagumlætting, dagtilhald o.a. upp til 20 tímar um vikuna.
Feria
14. Tann, ið ansar, hevur rætt til feriu í 5 vikur árliga við samsýning, treytað av, at annar persónur er um tann óhjálpna ella annað tilboð verður veitt.
Stk. 2. Avloysari skal lúka somu treytir sum ansarin, sbrt. §§ 7-9.
Stk. 3. Ansari skal boða kommununi frá í seinasta lagi 2 mánaðir áðrenn farið verður í feriu, og hvør átekur sær at ansa í feriutíðini.
15. Avgerðir, sum verða tiknar sbrt. hesi kunngerð, kunnu innan 4 vikur kærast til kærunevndina í Almanna- og heilsumálum.

Gildiskoma
16. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015 og skal endurskoðast 1 ár eftir, at kunngerðin er sett í gildi.
Stk. 2. Ásetingarnar í hesi kunngerð eru bert galdandi fyri umsóknir um ansingarsamsýning, ið eru avgreiddar, aftaná at kunngerðin er sett í gildi.
Stk. 3. Teir ansarar, sum fáa samsýning sbrt. løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, tá henda kunngerð kemur í gildi, hava rætt til at fáa veiting frá kommununum, sbrt. § 4 til samsýningin heldur uppat, sbrt. § 11 ella onnur avgerð er tikin. Upphæddin kann tó ikki verða hægri enn upphæddin í § 4, stk. 2.

Almannamálaráðið, 17. desember 2014

Annika Olsen
landsstýriskvinna

/ Eyðun Mohr Hansen