Løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Nr. 20 7. apríl 2014
Løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Øki lógarinnar o.a.

§ 1. Henda løgtingslóg ásetir treytir, mannagongdir o.a. fyri kommunalum samstørvum um
heimatænastu, eldrarøkt v.m. í sambandi við, at økið verður lagt til kommunurnar at umsita 1. januar
2015.

§ 2. Heimatænasta, eldrarøkt v.m. verður lagt út til hvørja kommunu sær. Økini verða umsitin av
kommunum í felag í kommunalum samstørvum, sí tó § 4, stk. 3.

§ 3. 1. juli 2014 skulu kommunurnar endaliga verða skipaðar í góðkend kommunal samstarvsøki og
hava fingið skrivliga samstarvsavtalu um fyrisiting av heimatænastu, eldrarøkt v.m. góðkenda, sbr. §
11, stk. 1.
Kommunalu samstarvsøkini

§ 4. Kommunurnar skulu áðrenn 1. mai 2014 hava skipað seg í kommunal samstarvsøki, ið hava til
endamáls at umsita heimatænastu, eldrarøkt v.m. í avvarðandi kommunum.
Stk. 2. Kommunalu samstørvini skulu í mestan mun skipast samsvarandi hesum økjum:
1) Suðurstreymoy (Tórshavnar kommuna), sbr. stk. 3.
2) Vágar/Norðstreymoy (Vága, Sørvágs, Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur).
3) Eysturoy (undantikið Sunda og Eiðis kommunur).
4) Norðoyggjar.
5) Suðuroy.
6) Sandoy.
Stk. 3. Tórshavnar kommuna fær heimatænastu, eldrarøkt v.m. at umsita sum sjálvstøðugt
øki/kommuna.
Stk. 4. Kommunal samstarvsøki, ið ikki eru samsvarandi økjunum í stk. 2, skulu taka fyrilit fyri, at
økini eru landafrøðiliga og samferðsluliga samfeld.
Stk. 5. Kommunal samstarvsøki, ið ikki eru samsvarandi økjunum í stk. 2, skulu hava í minsta lagi
3000 íbúgvar.

§ 5. Kommunur, sum 1. mai 2014 ikki hava skipað seg í kommunal samstørv, verða av
landsstýrismanninum skipað í kommunal samstørv sbrt. § 4, stk. 2.
Sjálvbodnar kommunalar samstarvsavtalur

§ 6. Kommunal samstørv, sbrt. § 4, skulu áðrenn 1. mai 2014 hava gjørt skrivliga avtalu sínámillum
um skipan av samstarvinum.
Stk. 2. Kommunur í einum samstarvsøki skulu velja at skipa samstarvið sum:
1) Javnbjóðis samstarv, ella
2) vertskommunusamstarv.
Stk. 3. Kommunurnar kunnu einans velja reint vertskommunusamstarv, um allar kommunurnar í
samstarvsøkinum samtykkja hetta.
Stk. 4. Einstakar kommunur í javnbjóðis samstarvi kunnu velja at gera avtalu um at lata uppgávuna at
røkja heimatænastu, eldrarøkt v.m. yvir til javnbjóðis samstarvið.
Samstarvsavtala um javnbjóðis samstarv

§ 7. Javnbjóðis samstarv inniber, at kommunurnar eru felags um at røkja heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Kommunurnar velja eitt stýri at fyrisita nevnda øki. Í stýrið verða valdir í minsta lagi 5 limir. Hvør
kommuna fær 1 lim og 1 varalim. Borgarstjórin er fyrstvaldi limurin. Í kommunum við fleiri enn 1 limi
verða valdir 2 varalimir, fyrsti og annar varalimur. Varalimirnir verða valdir millum
kommunustýrislimirnar.
Stk. 2. Kommunur við oman fyri 1000 íbúgvum við ársbyrjan í valárinum fáa 1 lim afturat pr. 1000
íbúgvar. Hesir verða valdir millum kommunustýrislimirnar.
Stk. 3. Í kommunusamstørvum, sum fáa færri enn 5 stýrislimir, sbrt. stk. 1, 4. pkt., verður vantandi
talið av limum við varalimum tillutað samstarvandi kommununum lutfalsliga eftir fólkatalinum. Hesir
limir verða valdir millum kommunustýrislimirnar. Um talið av stýrislimum er líkatal, fær kommunan
við flest íbúgvum ein stýrislim afturat.
Stk. 4. Stýrið verður valt eftir kommunuval fyri valskeiðið, sum kommunustýrið situr. Stýrið velur
sjálvt formann og næstformann. Ein av borgarstjórunum í samstarvinum skal vera formaður. Stýrið
verður valt fyrstu ferð sum skjótast eftir, at samstarvið er góðkent sbrt. § 11, og situr valskeiðið út.
Stk. 5. Stýrið fær samsýning sambært galdandi reglum um samsýning til kommunustýrislimir.
Stk. 6. Fíggjarárið er frá 1. januar til 31. desember.
Stk. 7. Formaðurin skal áðrenn 1. september leggja uppskot til fíggjarætlan fyri stýrið. Stýrið skal
viðgera uppskot til fíggjarætlan tvær ferðir. 1. viðger skal verða áðrenn 1. oktober, soleiðis at avleidda
gjaldið hjá kommununum í samstarvinum samsvarandi § 10 kann takast við í fíggjarætlanarviðgerð
teirra. Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt skjótast til ber aftaná, at kommunurnar í
samstarvinum hava samtykt sínar fíggjarætlanir.
Stk. 8. Samstarvið kann ikki átaka sær nakra útreiðslu, uttan neyðug játtan er tøk. Stýrið kann tó, um
neyðugt, veita eykajáttan. Eykajáttan krevur tvær viðgerðir, har samstarvandi kommunurnar hava
samtykt neyðuga eykajáttan millum 1. og 2. viðgerð av eykajáttanini hjá samstarvinum.
Stk. 9. Í samstarvsavtaluni skal semja í minsta lagi vera um:
1) Heitið á samstarvinum, har orðið “tænasta” skal innganga.
2) Hvussu dagliga umsitingin verður skipað, og hvar hendan er staðsett.
3) Hvussu visitatión/upptøka verður skipað.
4) Hvussu ognarviðurskiftini verða skipað.
5) Hvussu íløgur verða skipaðar.
6) Á hvønn hátt leiðslubygnaðurin verður skipaður.
7) Á hvønn hátt eftirlit verður skipað.
8) Hvør hevur avgerðarrættin á økinum heimatænasta, eldrarøkt v.m. og tekur avgerðir vegna
kommunurnar í samstarvsøkinum. Bert ein avgerðarmyndugleiki kann vera í hvørjum samstarvi
9) Hvør er setanarmyndugleiki á økinum heimatænasta, eldrarøkt v.m. Bert ein
setanarmyndugleiki kann vera í hvørjum samstarvi.
Samstarvsavtala um vertskommunusamstarv

§ 8. Vertskommunusamstarv inniber, at kommunurnar flyta avgerðarrættin til eina vertskommunu.
Vertskommunan fyrisitur heimatænastuna, eldrarøktina v.m. einsamøll vegna kommunurnar í
samstarvinum.
Stk. 2. Kommunur í vertskommunusamstarvi kunnu velja eina nevnd við einum limi fyri hvørja
kommunu at fylgja við arbeiðinum á økinum.
Stk. 3. Í samstarvsavtaluni skal semja í minsta lagi vera um:
1) Hvør kommuna er vertskommuna.
2) Mannagongd fyri, hvussu kommunur kunnu siga frá mótvegis vertskommununi.
3) Á hvønn hátt avgerðir, ið vertskommunan tekur, sbrt. § 2 í fyrisitingarlógini, verða fráboðaðar
hinum kommununum í samstarvinum.
4) Hvussu visitatión/upptøka verður skipað.
5) Hvussu ognarviðurskiftini verða skipað.
6) Á hvønn hátt eftirlit verður skipað.

§ 9. Áðrenn 1. mai 2014 skal Tórshavnar kommuna hava boðað landsstýrismanninum frá:
1) Hvussu dagliga umsitingin verður skipað.
2) Hvussu visitatión/upptøka verður skipað.
3) Hvussu ognarviðurskiftini verða skipað.
4) Á hvønn hátt leiðslubygnaðurin verður skipaður.
5) Á hvønn hátt eftirlit verður skipað.
Útreiðslubýti millum kommunur

§ 10. Tær kommunur, ið samstarva um at røkja heimatænastuna, eldrarøkt v.m. sambært § 4, verða
eisini at býta tær útreiðslur, ið standast av at røkja uppgávuna, sínámillum. Hesar kommunurnar býta
útreiðslurnar samsvarandi við talið av borgarum, ið 31. desember árið fyri eru 67 ár og eldri.
Góðkenning o.a.

§ 11. Avtalur um skipan av kommunalum samstørvum og kommunalar samstarvsavtalur um skipan av
heimatænastu, eldrarøkt v.m. sbrt. § 4 og § 6, og fráboðan frá Tórshavnar kommunu, sbrt. § 9, skulu
góðkennast av landsstýrismanninum innan 1. juli 2014.
Stk. 2. Broytingar av samstørvum og samstarvsavtalum eftir 1. juli 2014 skulu góðkennast av
landsstýrismanninum.

§ 12. Fram til 1. juli 2014 kunnu einstøku kommunustýrini ikki uttan góðkenning frá
landsstýrismanninum gera nýggjar avtalur ella broytingar í verandi avtalum av ognar- og skipanarligum
slagi á økinum, ella gera aðrar broytingar á økinum, ið kunnu koma at hava ávirkan á arbeiðið at skipa
kommunurnar í kommunal samstørv sbrt. § 4.
Gildiskoma

§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

§ 14. Henda løgtingslóg skal endurskoðast 5 ár eftir, at lógin er sett í gildi. Hetta fyri at meta um,
hvørt lógin virkar eftir ætlan, ella um broytingar skulu gerast í skipanini.
Tórshavn, 7. apríl 2014

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður

Lm. nr. 66/2013