Fyribyrgjandi heimavitjanir

Tað áliggur kommununum í Norðoyggjum at bjóða borgarum, sum eru 75 ár og eldri og ikki fáa tænastur frá NBH, eitt árligt tilboð um fyribyrgjandi heimavitjan. Hesir borgarar fáa eina ferð um árið bræv frá NBH við tilboði um heimavitjan.

Endamálið við vitjanini er at stimbra heilsu og at fyribyrgja sjúkur.

Borgarin avger sjálvur, hvat tosað verður um. Samrøðan kann vera um viðurskifti, sum ávirka lívsstøðuna, so sum likamlig og/ella sálarlig heilsa, bústaðarviðurskifti, tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøk ella annað.