Samdøgursrehabilitering

Samdøgursrehabilitering er eitt tilboð, sum NBH bjóðar heimabúgvandi fólkapensjónistum í Norðoyggjum, ið hava fingið afturgongd í førleikastøðuni og hava ynski og tørv á at endurvinna mistar førleikar og at megna gerandisdagin á best møguligan hátt.

Rehabilitering er ein miðvís og tíðaravmarkað samstarvstilgongd millum borgara, avvarðandi og serkøn fólk. Endamálið er, at borgarin sum hevur, ella er í vanda fyri at fáa skerdan likamligan, sálarligan ella sosialan førleika, skal kunna fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív. Rehabilitering leggur dent á alla lívsstøðuna hjá borgaranum, og avgerðirnar um stuðul byggja á vitan, samanhang og samskipan.

Yvirskipaða endamálið er, at fólkapensjonisturin megnar sín egna gerandisdag í tann mun, tað ber til, og fær møguleika fyri at búleikast heima sum longst.
Í roynd og veru snýr rehabilitering á eldraøkinum seg altíð um, at tann eldri er í miðdeplinum, sjálvur setur mál fyri rehabiliteringina, og at fakfólkini taka støði í gerandisvirkseminum hjá eldra borgaranum.

Samdøgursrehabilitering er staðsett á Sambýlinum á Heygnum við tveimum plássum og er skipað við einum tvørfakligum toymi. Í toyminum eru ergoterpeutar, fysioterapeutar og sjúkrarøktarfrøðingur. Heilsustarvsfólk á sambýlinum eru somuleiðis virkin í rehabiliteringstilgongdini allan sólarkringin.

Samdøgursrehabilitering er eitt døgntilboð, sum kann vara nakrar vikur, og kostnaðurin er 134 kr. um samdøgrið.

Um ein hevur tørv á samdøgursrehabilitering ber til at søkja um tænastuna. Umsóknarblaðið fæst her.

Til ber eisini at venda sær til rehabiliteringstoymið um nærri kunning á tlf. 793415/793460 ella senda fyrispurning við telduposti til eydnaj@nbh.fo