Búpláss

Eldrabúpláss eru bústaðir, ið hýsa fólkapensjónistum við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum hava tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið.
Um tørvur er á føstum búplássi ber til at venda sær til NBH á tel. 793400 yrkadagar millum kl. 8.00 – 15.00 ella senda umsóknarblað, sum fæst her.

Avgerð um fast pláss verður tikin í upptøkunevnini, sum er mannað við stjóra, varastjóra, deildarleiðarum og visitator.
Avgerðin er fakliga grundað, og nevndin skal tryggja, at borgarin við størsta tørvi fær hægstu raðfesting.

Eldrabústaðirnir í NBH eru:

Heimið við Vágna

Norðoya Røktarheim

Norðoya Ellis- og Vistarheim

Sambýlið í Bøgøtu