Stuðul til reingerð

Vitandi um, at fleiri borgarar aftra seg við at keypa sær reingerðartænastu vegna gjaldið, tey mugu rinda, hevur stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu samtykt at veita stuðul til reingerð til teir fólkapensjónistar, ið einans hava vanliga fólkapensjón sum inntøkugrundarlag og ein mettan tørv á stuðli til reingerð.

Fíggjarligi stuðulin fevnir um reingerð svarandi til í mesta lagi ein tíma um vikuna.

Við stuðli frá NBH verður brúkaragjaldið fyri reingerðina 125 kr um tíman.

NBH hevur gjørt avtalu við reingerðarfyritøkuna  Sp/f Grundvask v/ Margit og Sámal Petur í Grund um at veita reingerðartænastuna.

Til ber at søkja um fíggjarligan stuðul til reingerðartænastu við at venda sær til tel. 793400, yrkadagar millum kl. 8.00 – 15.00, ella við at útfylla umsóknarblað, sum fæst her.

Tá ið NBH hevur móttikið umsóknina, verður umsóknin latin visitatorinum í NBH, sum kemur at vitja fyri at meta um førleika og tørv. Játtan til stuðul er treytað av, at visitator metir, at tørvur er á reingerðarhjálp.