Kærumøguleikar

Sambært løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um Heimatænstu, eldrarøkt v.m. hevur borgari møguleika at kæra avgerðir, sum NBH hevur tikið um tænastur til borgaran.

Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið skrivliga fráboðan um avgerðina, og skal kæran sendast til:

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til kaerustovnur@kaerustovnur.fo.

Nærri kunning um kærumøguleikar fáast á heimasíðuni hjá kærustovninum http://kaerustovnur.fo.