Fysio- og ergoterapi

NBH veitir fólkapensjónistum í Norðoyggjum fysio- og ergoterapi, tá tørvur er á hesum. Tænastan hevur til endamáls at stimbra likamliga, sálarliga og sosialt, soleiðis at borgarin kann búgva í egnum heimi , vera virkin í egnum lívi og í samfelagnum sum longst.

Endamálsorðingin hjá Fysio- og ergoterapideildini í NBH er soljóðandi:

  • Stuðla undir at borgarin varðveitir, endurvinnur ella endurmennir sín virkisførleika, soleiðis at hann er so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt.
  • Stuðla undir góða heilsustøðu og vera við til at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni hjá borgaranum.

Avgerð um veiting av fysio- og/ella ergoterapi verður tikin við støði í eini fakligari meting.

Tænastan:
Tænastan fevnir um fysio- og ergoterapi, heimavitjan við atliti til møgulig hjálpartól og bústaðarbroyting, vegleiðing og ráðgeving, visitering, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, fyribyrgjandi venjing, rehabilitering o.a. til heimabúgvandi fólkapensjónistar, eins og fólk, ið búgva á búeindunum hjá NBH, ið hava tørva á, ynski um og virkin kunnu taka lut í venjing.

Um tygum tørva tænastu frá Fysio- og ergoterapieindini, ber til at venda sær til NBH á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 8 – 15 ella senda umsóknarblað sum fæst her.

Fysio- og ergoterapideildin í NBH húsast í Ven og Virka á Kjalarvegi 48.

Deildarleiðari er Hedevig Matras, fysioterapeutur.

Adressa:
Kjalarvegur 48
700 Klaksvík
Tel. 793464