Sjálvboðið arbeiðið

Eldraráðið í Norðoyggjum hevur í samstarvi við Norðoya Bú- og Heimatænastu tikið stig til at skipa eina tænastu, har sjálvboðin fara út at vitja heimabúgvandi pensjónistar og pensjónstar, ið búgva á bústovni.

Nøkur dømi um sjálvbodna tænastu eru :

– Ganga túrar (eisini við koyristóli)
– Binda saman
– Upplestur
– Syngja
– Andaktir
– Spæla t.d. bingo, yatzy, o.s.fr.
– Samvera
– Minnast á gamlar dagar
– Fylgja til kafé o.a.
– Spæla ljóðføri

Hevur tú hug at gerast vitjanarvinur ella tørvar tær vitjan av einum vitjanarvini, ber til at venda sær til:

Mariu Olsen, forkvinnu í Eldraráðnum í Norðoyggjum,
tel. 228488 ella til Gerdu Absalonsen, næstforkvinna í Eldraráðnum í Norðoyggjum, tel. 215174.

Til ber eisini at senda tpost til eldraradidinordoyggjum@gmail.com