Virkishúsið Smæran

GG! ORSAKAÐ MUNANDI ØKTAN VANDA FYRI SMITTU ER NEYÐUGT AT SETA ÁTØK Í VERK, SUM VERJA BRÚKARAR OG STARVSFÓLK, SOLEIÐIS AT TEY KUNNU VERA TØK AT KOMA TIL ARBEIÐIS.
EFTIR at hava verið stongt eina tíð, letur virksemið í Smæruni varisliga uppaftur, har í mesta lagi 20 fólk kunnu savnast. hetta verður galdandi, til nærri boð koma.

Virkishúsið Smæran er eitt tilboð til allar borgarar yvir 60 ár, har tey kunnu hava ymisk virkistilboð, ið fremja heilsu, trivnað og møguleikar fyri at skapa netverk og vinabond.

Týsdag kl. 9-12 er drekkamuður at fáa.
Týsdag kl. 19 er tiltak fyri menn.
Hósdag kl. 9-12 er drekkamuður at fáa.
Hósdag kl. 14 hittast kvinnur til hugna og at seyma teppir.

Tilboðini eru ikki privat, og skulu vera óheft politiskt og átrúnaðarliga; tó kunnu íbúgvararnir undir Kráarbrekku leiga Smæruna til egnar føðingardagar og merkisdagar.

Tað stendur øllum frítt at koma við uppskotum ella at fyriskipa tiltøk; tó er tað eitt brúkararáð í Smæruni, sum samskipar tiltøkini. Tey, ið mannað búkararáðið, eru: Eyðfinn Hansen, Rutt Hansen, Poul Havn, Jona Nielsen og Erik Andreasen.

Smæran kann leigast út til felagsskapir, ið hava tilknýti til fólk yvir 60 ár.

Tpost smaran@nbh.fo 

Reglugerðin fyri virkishúsið Smæran sæst her.