Samskaparar til búeindirnar hjá NBH

Tveir samskaparar arbeiða hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Endamálið við tænastuni hjá samskaparum
Tænastan hevur til endamáls at skapa ein virknan, innihaldsríkan og lívsjáttandi gerandisdag saman við teimum, sum búgva á búeindunum hjá NBH.
Tænastan fevnir bæði um felags- og einstaklingavirksemi, t.d. fimleik, sang, spøl, túrar, prát, nærveru o.m.a.
Virksemið tekur støði í ynskjunum hjá búfólkunum og er skipað við tí í hyggju at stimbra sálarliga, likamliga og sosialt.
Atlit verður tikið til tørv og áhuga hjá tí einstaka persóninum, har lívssøgan hjá hvørjum einstaklingi er týdningarmikil.

Samskaparar
Haldis Karlsdóttir, heilsurøktari.
Anna Maria Jákupsdóttir, námsfrøðingur.